Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Útlendingar úr ES skulu arbeiða minst 30 tímar um vikuna, men útlendingar uttanfyri ES skulu arbeiða minst 40 tímar, og tað er óheppið, heldur Vinnuhúsið.

Vinnuhúsið kundi hugsað sær, at allir útlendingar vórðu javntstillaðir, og at kravið var minst 30 tíma arbeiðsvika.

- Tað hevði eisini givið fólkunum meiri frítíð, sum tey til dømis kundu brúkt til at lært seg føroyskt, segði Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, við Útvarpið. 

Dømi eru um, at føroyskir arbeiðsgevarar hava verið noyddir at taka útlendingar framum, so føroyingar ikki fingu so nógvar tímar sum teir vildu, tí kravið er, at útlendingar skulu hava 40 tíma arbeiðsviku ímeðan onki slíkt krav er til føroysku arbeiðsmegina. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo