Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Í kunngerðini um fiskiskap eftir svartkjafti í 2024 eru 7.000 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir.

Umsóknarfreistin at søkja um part av kvotuni var mánadagin 22. januar 2024.

Fiskimálaráðið fekk 14 umsóknir um part av kvotuni – tilsamans var søkt um 44.600 tons.

Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 5 av teimum 14 umsóknunum játtaðar, og hava hesar fingið tillutað tey 7.000 tonsini, sum vóru tøk.

Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.

Av játtaðu umsóknunum eru 3 til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka svartkjaftin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu.

2 av játtanunum eru latnar til reiðarí / skip. Í báðum førum er talan um at gera royndir við trolútgerðini. Talan er um royndir, har roynt verður at tillaga trolini, so at minni orka skal nýtast, fráskiljing av hjáveiðu verður betri, samstundis sum bøtt verður um veiðuevnini ella góðskuna á fiskinum.

Ikki játtaðar umsóknir vóru av ymiskum orsøkum mettar ikki at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirði.

Eins og undanfarin ár verða, í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, settar nakrar serligar treytir, sum skulu tryggja, at sannlíkindini eru størri fyri, at endamálið við royndunum verður rokkið.

Frágreiðing skal sendast Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar - í seinasta lagi 31. januar 2025.

Feløgini, sum hava fingið játtan, eru:

P/F Faroe Marine Products - 1.800 tons

P/F Netastovan - 1.800 tons

P/F Thor Fisheries - 1.200 tons

Sp/f Saga - 1.200 tons

P/F Varðin Pelagic - 1.000 tons

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo