Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Virðisløn til Ungt listafólk 2017 verður latin Konni Kass, tónleikara, við hesi grundgeving:

Síðan hon trein inn á føroyska tónleikapallin, hevur Konni Kass longu eyðmerkt seg sum eitt evnaríkt, tilvitað og roynt listafólk í mun til sín unga aldur.

Konni hevur fingið tónleikin í vøggugávu, og hennara evni eru eyðsýnd. Tó røkkur hetta bert til eitt vist, tí miðvíst arbeiði skal eisini til, um røkkast skal á mál. Listaliga virkið hjá Konni prógvar júst, hvussu týðandi tað er at menna tær gávur, ið eru falnar einum í lut, og hvussu tað loysir seg at gera sær ómak í yrkisligu tilgongdini.

Fyrst fór hon á tónlistaskúla í Svøríki, síðan setti hon sjøtul á yrkisleiðina sum oddakvinna í egnum bólki. Saman við bólkinum hevur Konni ment sín egna stíl, har allir tættir hanga saman: rødd, lagsmíð, tekstir, ljóðmynd, framførsla, myndir, grafikkur, klæði og rørslur.

Miðvísa arbeiðið hevur vunnið Konni og bólkinum viðurkenning bæði í Føroyum og uttanlands. Í 2017 var hon tríggjar konsertferðir í Evropa. Harumframt hevur bólkurin spælt á fleiri festivalum í Norðurlondum og

Evropa, og fyri framman standa uppaftur fleiri framførslur. Konni Kass var kosin ársins nýggja navn á “FMA - Føroysku Tónlistavirðislønunum” í fjør. Rósta debutútgávan Haphe kom út á plátufelagnum Tutl í 2016, og Konni og bólkurin eru longu farin í gongd við næstu útgávuna.

Fyri miðvísa, listaliga og evnaríka arbeiðið fær Konni Kass heiðurin Ungt listafólk 2017.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo