Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

So kom svar frá Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni, uppá mín fyrispurning um útlendska arbeiðsmegi. 

Vit mugu minnast til, at tað aftanfyri óítøkiligu orðini ‘útlendsk arbeiðsmegi’ eru 1067 menniskju, sum síðani november í 2021 eru komin til Føroya at arbeiða.  

Eg eri ikki samd við landsstýrismanninum í, at tað gruggar fatanina hjá útlendsku arbeiðstakarunum, um umboð fyri fakfeløg eisini verða við í eftirlitsvitjanunum. Hinvegin kann hetta vera ein máti at sleppa frá óneyðugum misskiljingum um eitt nú løn og um rættindi. 

Tað er gott at lesa, at Útlendingastovan og Vinnuhúsið arbeiða við betri kunning til útlendsku arbeiðstakararnar. Vónandi verður hetta arbeiðið skjótt liðugt og væl brúkt av øllum pørtum. 

Eg haldi, at krøv eiga at verða sett arbeiðsgevarum við arbeiðsfólkum frá Fast Track-skipanini, um kunning og um sømilig bústaðarviðurskifti. 

Eisini haldi eg, at eftirlitið við Fast Track-skipanina skal betrast, við stakroyndum og við fleiri eftirlitsátøkum. 

Arbeiðsfólk úr útlondum eru týðandi partur av okkara vøkstri seinastu árini. Og vit mugu syrgja fyri, at eisini tey, sum koma higar at arbeiða, hava virðilig arbeiðs- og livikor.

Kristianna W. Poulsen, tingkvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo