Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Seinnapartin í dag vórðu virðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2023 handaðar í Múllers Pakkhúsi.

Virðislønir M. A. Jacobsens vóru latnar hesum:

- Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2023 varð latin Silasi Olofson og Jórun Pólsdóttir fyri bókaverkið Fuglar okkara.

- Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2023 varð latin Katrini Ottarsdóttir fyri skaldsøguna Summarið varar ikki alt árið longur.

- Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2023 varð latin Trygva Danielsen fyri hansara íkast til føroyskan tónleik, skaldskap og film.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2023 varð latin Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri Mín jólabók.

Grundgevingarnar hjá nevndunum vóru hesar:

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2023 verður latin Silasi Olofson og Jórun Pólsdóttir fyri bókaverkið Fuglar okkara

Í hesum vakra bókaverkinum verður greitt frá øllum teimum fuglasløgum, sum tey, sum halda eyga við fuglum, hava sæð í Føroyum. Silas er sjálvur tann, sum hevur boðað frá flestum sjáldsomum fuglum. Tað besta við tí er, at hann ikki bara hevur eyguni við fuglunum. Við sær hevur hann eisini myndatólið, og framúrskarandi evni hansara at avmynda fuglarnar í umhvørvi sínum gevur okkum høvi at njóta henda náttúrunnar sjáldsama vakurleika. Við nógvu og góðu myndunum sum grundarlag, megna Jórun og Silas at skipa fuglarnar í bólkar og at greiða frá teimum á løttum og greiðum føroyskum máli.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2023 verður latin Katrini Ottarsdóttir fyri skaldsøguna Summarið varar ikki alt árið longur

Skaldsøgan er sjálvstøðugt framhald av skaldsøguni Gentan í verðini frá 2020 og lýsir bæði ógvisliga og eymt, hvussu tað er at vaksa upp við sálarsjúkari mammu í einum samfelag, har tey flestu fylgja væl við og eygleiða hvønn annan, men annars ikki siga so nógv. Ótti og tøgn eyðkenna gerandisdagin hjá gentuni í skaldsøguni og elva til merkiligar, loyndarfullar vanar, sum lesarin stigvíst fær innlit í. Katrin Ottarsdóttir dugir hendinga væl at lýsa eina ótrygga, afturlatna tilveru í einum umhvørvi, sum tykist okkum bæði kent og ókent. Summarið varar ikki alt árið longur er ein sterk skaldsøga og dømi um framúr góða realistiska prosa á beinraknum føroyskum.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2023 verður latin Trygva Danielsen fyri hansara íkast til føroyskan tónleik, skaldskap og film

Trygvi gevur tí føroyska málinum ein nýggjan ham og eitt nýtt høpi at virka í, og hvørt verk er eitt tíðarbært boð uppá, hvussu vit kunnu úttrykkja okkum og nærkast einari fatan av okkum sjálvum — sum tjóð, sum menniskju, sum einstaklingar og sum partur av einari størri heild — uttan mun til skiftandi rák og sjangrur. Tað makaleysa handverkið og tað spælandi lyndið, sum ómakaleyst sveiggjar ímillum tungt og lætt, eyðkenna hansara list.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2023 verður latin Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri Mín jólabók

Hvørji jól, síðan Bókadeild Føroya Lærarafelags varð sett á stovn, kemur Mín jólabók sum eitt frískt lot inn í føroyska mál- og barnaheimin.

Fyrstu útgávurnar vóru smáar og einfaldar, men síðan 2004 er jólabókin vaksin – bæði í vavi og dygd. Sniðið er nútíðargjørt, og myndagóðska og sniðgeving eru á høgum stigi. Harumframt er úrvalið bæði breitt og stórt við nógvum frálíkum myndum og tekningum. Bæði viðurkend listafólk og listaspírar lata tilfar til jólabókina, sum harvið klekir nýggj listarák, høvundar og myndprýðarar.

Mín jólabók er skipað sum ein kalendarabók við 24 pørtum, har vit hvønn dag frá 1. desember til jólaaftan fáa dygdargott føroyskt upprunatilfar við søgum, yrkingum og ítrivi. Bókin er sostatt eitt gott og burðardygt alternativ til vanliga pakkakalendaran.

Mín jólabók er fastur táttur í mongum barnalívi og er í harðari kapping við útlendskar tøknirisar, sum støðugt ota seg inn á føroyskt mál og mentan.

Mín jólabók kann metast at vera krúnan á árligu føroysku barnabókaútgávuni, og er tí eitt gott val til Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo