40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Evnisdagarnir hjá ungdóminum úr 7. flokkunum í Tórshavnar kommunu vóru í seinastu viku. Hvørt ár er evnisvika við høvuðsevninum »Ungur og lívið« og í ár var áherðsla løgd í sálarligan trivnað. Hetta evnið hava ungdómar úr 7. flokkunum í Tórshavnar kommunu savnað seg um seinastu dagarnar.

Tiltøkini hava verið skipað samsvarandi ætlanini hjá SSP, ið er ein samstarvsskipan tvørtur um yrkisbólkar, ið fáast við børn og ung. Samstarvið skal savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja brotsverkum og skaðandi atburði millum børn og ung.

Fríggjamorgunin 23. februar skipaðu ungdómshúsini í kommununi fyri einum øðrvísi felagstiltaki. Kl. 09. hittust fleiri enn 300 ung í Dansifrøi, har Jákup Veyhe las upp um tey í Mórugøtu, har hann við sera fangandi røddum og viðkomandi evnum fekk samband við øll hesi ungu – tey vóru hugbundin.

Eftir hetta varð farið yvir á ovaravøll í Gundadali, har ungdómurin bæði í álvara og gaman hugnaði sær saman við ymiskum øðrvísi virksemi, har øll komu hvørjum øðrum við og kappaðust, flentu og hugnaðu sær saman.

Áðrenn fyrsti partur av degnum endaði, so var ein spurnakapping á skránni millum allar teir 300 ungdómarnar. Sama kvøld var konsert Reinsaríinum, har bert somu ungdómar høvdu møguleika at vera við.
Ungdómarnir vóru sera glaðir fyri dagin, har teir vóru virknir, saman og hugbundnir á hvør sín hátt.

Ungdómshúsini takka øllum teimum mongu ungu, ið vóru við til tiltøkini í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo