40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Granskingarráðið: Nú kanst tú finna alt um vísindavøkuna á einum stað. Í sambandi við ársins vísindavøku hava vit fingið gjørt eina nýggja netapp, sum er tøk á vísindavøka.fo

Her finnur tú skránna fyri vísindavøkuna, tíðindi um ymsu tiltøkini og tilmeldingarskipanina. Høvuðsevnið í ár er korona.

Frá í dag, fríggjadag 23. oktober kl. 12., ber til at melda seg til eina ella fleiri av framløgunum, sum vera í Kongshøll 6. november. Plássið í Kongshøll er avmarkað til 100 til hvørja framløgu.

Á nýggju síðuni er savn við tilfari frá øllum undanfarnu vísindavøkunum. Her eru leinki til 140 framløgur, summar filmaðar og aðrar í power point. Vísindavøkubløðini frá 2012 til 2019 eru samlað. Komandi dagarnar verður nógv meira tilfar lagt út og sniðið verður snikkað endaligt til.

Á vísindavøku fara vit at kunngera ymiskt nýtt tilfar, eitt nú stuttfilmar, sum verða gjørdir í løtuni.

Framløgurnar 6. november verða stroymdar beinleiðis úr Kongshøll. Leinki verður kunngjørt á vísindavøka.fo

Tað er ikki neyðugt at melda til til stroymingina. Tó hevði tað verið stuttligt at frætt, um skúlar ella arbeiðspláss fara at skipa fyri felags tiltaki, har tit fylgja við framløgunum.

Tøkni hevur gjørt netappina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo