Um tú leitar eftir tí fullkomna, verður tú ongantíð nøgdur
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroyar Live: Fyri einum ári síðan gjørdist tað nógv lættari at leggja ætlanir í The Land of Maybe, tá appin Føroyar Live sá dagsins ljós.

Nú ber til at kanna, um sól er í Vestmanna, um mjørki er í Vágum, ella um tað regnar á Eiði.

Appin ger ikki veðrið betri, men í eitt heilt ár hava føroyingar og gestir kunna sæð beinleiðis myndir úr stórum parti av landinum.

Føroyar Live hevur sett hágóðsku vevmyndatól upp kring landið og alsamt eru fleiri vevmyndatól komin til. Alt er samlað í appini og heimasíðuni Føroyar.live.

“Vit gleðast um, at bæði føroyingar og útlendingar hava tikið so væl ímóti appini. Fleiri enn 15.000 hava tikið appina niður á sína fartelefon. Vevmyndirnar á Føroyar Live eru vístar yvir 2 milliónir ferðir, og í summarhálvuni vóru í miðal 8.000 vísingar um samdøgrið! Tað talið vænta vit bara fer at vaksa í summar, nú vit hava fingið fleiri vevmyndatól kring landið,” sigur Jógvan Høgnesen frá Føroyar Live.

Málið við verkætlanini er avgjørt at allar føroyskar bygdir skulu vera við í Føroyar Live. Higartil eru 30 vevmyndatól komin upp, sum vísa eitt breitt geografiskt yvirblikk yvir Føroyar.

Umframt at vísa hágóðsku vevmyndir av øllum Føroyum á einum stað, varpar Føroyar Live ljós á tey smærru støðini í Føroyum. Hetta skal fáa føroyingar og ferðafólk at vitja fleiri støð í Føroyum, enn tey mest vitjaðu.

Næsta stig verður at nýta vitlíki í appini, soleiðis at hon verður enn betri.

"Møguleikarnir eru nógvir, eitt nú kunnu vit nýta vitlíki at siga, hvar sólin er frammi júst nú og vísa útlitini fyri at síggja norðlýsi og sólsetur,” greiðir Jógvan Høgnesen frá.

Appin er júst dagførd við nýggjari funku, har ein listi vísir øll vevmyndatólini samstundis. Við hesum er tað ómakaleyst at síggja eitt nú hvar tað er yvirskýggjað ella sólin er frammi. Broytingarnar kunna síggjast á føroyar.live ella faroeislandslive.com ella við at dagføra appina. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo