40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu dagarnar hava vit veruliga merkt summarið, sum vit hvørt ár liva við í vónini man fara at koma - ella spyrja hvønn annan, nær kemur summarið?

 “Hesar dagar hava fólk valt ymiskt, summi okkara tjóðarhátíð onnur í fjarskotin støð fyri at uppliva rík og gomul minnir, og so tey, sum velja okkara vøkru óspiltu náttúru.

 Taka eitt telt eina tráðu og njóta friðin, tað føgru líðina við teim kláru reinu keldunum, sum stetla til havs ringjandi sum smáar silvurklokkur. Fagur er bøur tín við angandi smæru, veitrandi økrum og tjúkkum grasi. Fagur er hagin við homrum og fjøllum, fossum og gjáum, dølum og giljum, áum og vøtnum, bjørgum og skorum. Fagurt er títt bláreina hav við fjørðum og sundum, vágum og víkum.” (Fuglar og fólk)

Men hóast alt hetta vakra, sum fær kenslur og minnir at reika, so eru fólk farin at kenna seg ófræls í egnum landi. Um tú gloymir matpakkan ella varmafløskuna er bara spell, men gloymur tú gjaldskort ella kontantir, kanst tú koma í trupulleikar. Hvat skal man siga? Hetta er eisini mítt land!

Okkara óspiltað náttúra sæð frá einum náttúrusjónarmiði líður undir einari ókontroleraðari marknaðarføring og pengamaskinu, sum ikki í nóg stóran mun hevur tikið  hædd fyri árinunum.

Vit hoyra javnan um vøkstur í ferðafólkatali, og alt bendir á, at hetta fer at økjast komandi árini nú gistingamøguleikarnar betrast. Og skuldi tað boða frá góðum? Men vit kunnu bara staðfesta, at vit ikki hava megnað at sett tann neyðuga verjugarðin ímillum uppliving og verju av náttúruni.

Tað eru øki í landinum, sum almenni myndugleikin hevur sett sjóneykuna á og lagt út til ramsarøki. Eitt ramsarøkið er eitt serligt økið, sum er friða, men spurningurin er um Føroyar ikki alt sum tað er, kundi verði eitt ramsarøkið? Men vit kunnu ikki friða allar Føroyar.

Náttúran kann ikki gerast upp í pengum.

Við at vísa á ein vaksandi  trupulleika og avbjóðing, eiga vit eisini at vísa á møguligar loysnir, og gera eina langtíðarætlan.

Ein partur av pengunum, sum koma frá ferðavinnuni eiga at koma náttúruni til góðar, og verða brúktir til at betra um umstøðurnar, so árinini verða minst møgulig. Um neyðugt eigur tað almenna at vera við í hesum arbeiði.

Vit eiga at velja avmarkaði øki út runt um í landinum, sum eru løgd út til ferðavinnu, og hava tað, sum skal til, sum ein væl skipað vinna. Allar Føroyar eiga ikki at verða atkomuligar fyri ferðavinnuna.

At geva økjum frið, eitt ávíst tíðarskeið um neyðugt, so náttúran fær endurskapt seg. Onkur einstakur eigur ella ábyrgdast matrikkulin, men vit eiga øll náttúruna, hana eiga allir føroyingar at kunna njóta uttan kostnað.

Eivin H. Jacobsen
Valevni til løgtingið fyri Sambandsflokkin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo