Stóra sorgin er at gera sær greitt, at vit sjálvi eru orsøkin til alla okkara mótgongd
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Pisurøðan hjá Ingilín D. Strøm, sum hon helt á Gøtusandi seinnapartin í dag:

Hjartaliga til lukku og blíðan byr í komandi tíðum ynski eg við hesum øllum landsins pisum.

Vit eru ikki bara BTÚ-maskinur!

Tá vit planta eitt træ, er nógv at hava fyrilit fyri, skal træið vaksa seg støðugt og sterkt. Moldin má vera fruktagóð og rík í føðslu. Vit mugu minnast til, at geva tí nóg nógv vatn. Men ikki for nógv. Tað skal ikki vera for kalt - og ikki for heitt. Træið skal hava sól, men ikki alla tíðina, og vindurin skal ikki vera oyðandi.

Góða fundarfólk

Takk fyri at eg varð biðin at halda pisurøðuna á Gøtusandi í ár. Tað gleðir meg at vera partur av hesi serligu løtu hjá tykkum pisum, familjum tykkara, undirvísarum og øðrum starvsfólki á miðnámsskúlanum, sum hava leitt tykkum gjøgnum hesi seinastu árini.

Og góðu pisur

Tit eru allar komnar um málstrikuna. Og vit eru savnað her í dag at hátíðarhalda tykkum. Eg haldi, at tit øll hava uppiborið eitt ordiligt klapp.

Seinastu vikurnar hava tit arbeitt hart fyri at røkka hesum máli. Tit hava lisið og skrivað og hugt at Netflix við ringari samvitsku. Men nú er tað yvirstaðið - á hesum sinni - og nú kunnu tit slappa av eina løtu uttan at hugsa um hasa ritgerðina, sum tit burdu sitið við.

Lønin fyri harða arbeiðið er komin. Á høvdinum ein húgva og í hondunum eitt prógv. Nakað, sum tit hava uppiborið. Og nakað, sum tit kanska í ov stóran mun taka fyri givið.

***

Í Freetown í Sierra Leone høvdu tey leingi havt trupulleikar av burturkasti. Í áravís royndi býráðið at fáa fólk at broyta hugburð, men einki nyttaði. Síðsta roynd var at skipa fyri eini kapping millum borgararnar í býnum við einum so góðum vinningi, at øll høvdu hug at luttaka. Hetta riggaði. Fólk løgdu alla orku í at burturbeina og skilja burturkastið í vónini um at fáa flotta vinningin.

Vinningurin var skúlagongd.

Húgvan á høvdi tykkara kostaði tykkum umleið 1000 krónur. Men húgvan hevur kostað okkum øllum nógvar ferðir slíkt.

Í miðal hevur tað kostað landinum umleið 300.000 krónur at fáa ein tykkara ígjøgnum miðnámsskúlan. Hetta er fyri høli, undirvísing, tilfar og lestrarstuðul. Fara tit víðari at lesa kosta tit upp til eina millión hvør.

Men tað er ein prísur, vit fegin gjalda. Tí í Norðurlondum hava vit sæð vinningin av ókeypis skúlagongd. Ja, tað kostar, men tað er ein íløga, sum loysir seg - um vit umsita hana væl. Um vit hava neyðugu fyrilitini fyri fruktargóðum úrsliti.

Men tað gera vit tíverri ikki altíð. Verri enn so.

Kanningar úr grannalondum okkara vísa, at helvtin av øllum lesandi kenna seg strongd, og næstan hvør tíggjundi fær staðfest strongd hjá lækna í lestrartíðini.

Tað er sum um, at samfelagið sær ungdómin sum maskinur. Fyrst skulu tit ganga í skúla og læra um bruttotjóðarúrtøku - BTÚ - og so skulu tit út at vera BTÚ. BTÚ-maskinur, sum framleiða og framleiða. Samfelagið ger íløgur í BTÚ-maskinur, sum vit koyra so hart, at tær brenna út. Og vit fáa einki aftur frá tryggingini.

Vit gleðast um skipaninar vit hava bygt. Men tað er eyðsæð, at vit mugu gera okkurt øðrvísi. Tit og vit øll mugu duga betur at ansa eftir okkum sjálvum. Vit mugu duga betur at siga frá. Og vit, sum taka avgerðir, mugu broyta nakrar bygnaðir í samfelagnum, so vit koma trupulleikanum til lívs.

***

Góðu ungdómar

Tá eg las føroyskt á Fróðskaparsetrinum, gjørdi eg mítt besta. Tá eg arbeiddi á kaffistovu, gjørdi eg mítt besta. Tá eg valdi at gevast við lesnaðinum í Danmark, gjørdi eg mítt besta. Og síðan tað stóra álitið var givið mær at umboða veljarar mínar á Føroya Løgtingi, havi eg gjørt mítt besta.

Tað eru bara 11 ár síðan eg stóð í tykkara stað. Men um eg skal geva tykkum eitt gott ráð, so er tað at gera tykkara besta.

Eingin kann gera meira enn sítt besta. Og leggið til merkis, at tað besta tú kanst gera, er altíð nokk.

At gera sítt besta er yvirhøvur ikki altíð at vera verðins best. At gera sítt besta handlar ikki um at framleiða mest møguligt. Hvussu nógvar fjalir tú smíðar, ella hvussu nógv lógaruppskot tú leggur fram. Spyrt tú meg, so handlar tað í stóran mun um hugburð. Og tað handlar í stóran mun um virðing. Fyri sínum arbeiði - men sanniliga eisini fyri sær sjálvum og sínum umstøðum.

Tað handlar um at fara undir eina og hvørja uppgávu við uppbrotnum ermum. Sum stóðst tú við spakanum í hondini og skuldi út at velta.

Ofta verður sagt, at vit skulu spíska albogarnar fyri at koma fram í lívinum. Men eg haldi ikki, at spískir albogar ikki kunnu brúkast til serliga nógv. Tað er nógv týdningarmeiri at duga at samstarva. Arbeiðsgevarar uppliva ofta, at tey, sum hava verið venjarar, sjálvboðin á summarlegum ella hjálparfelagsskapum duga ómetaliga væl at arbeiða saman við øðrum og hugsa nýtt .

At gera sítt besta er eisini at ansa eftir, ikki at gera ov nógv av. Eins og vit ansa eftir rygginum, tá vit fara út at velta, so mugu vit ansa eftir ikki at koyra so nógv á, at vit einki nytta um stutta tíð. Og at deila tey epli, vit hava velt, við tey, sum ikki orka.

***

Góða komandi arbeiðsmegi

Tit kenna kanska søguna um mammuna, sum skar endarnar av pylsunum, áðrenn hon koyrdi tær í grýtuna. Dóttirin spurdi, hví hon gjørdi soleiðis. Mamman svaraði, at tað gjørdi mamma sín altíð. Gentan spurdi síðani ommuna sama spurning, og fekk sama svar - tað gjørdi mamma sín altíð. Gentan fór tí til langommuna, sum svaraði, at tað var tí grýtan var for lítil.

Tað er ikki altíð ein skilagóð orsøk til, at vit hava innrættað okkum, sum vit hava. Og síggja vit okkurt, sum vit undrast á, so er besta amboðið at spyrja.

Undrist og spyrjið!

Ikki bara tá tit lesa og læra, men eisini tá tit koma út á arbeiðsmarknaðin.

Hvør sigur, at vit skulu arbeiða 40 tímar um vikuna? Hvør sigur, at vit skulu sita á afturpartinum á eini skrivstovu? Hvør sigur vit skulu ovurtroyta náttúruna fyri løtuvinning? Hvør sigur, at vit skulu koyra á til vit verða 67 fyri síðani at gera einki? Hvør sigur, at bara menn skulu stýra landinum?

72 ára gamla Helen Kobæk er nýliga pensjónerað eftir at hava verið stjóri í einum donskum pensjónsfelagi. Hon heldur, at vit eiga at kollvelta alla skipanina, sum hon hevur arbeitt við meginpartin av lívinum. Droppið pensjónina, sigur hon. Gevið heldur øllum nýføðingum eina millión krónur, sum tey kunnu brúka til at halda steðgir gjøgnum lívið. Steðgirnir kunnu brúkast til at hugsa seg um, skifta útbúgving, byrja egna fyritøku ella raðfesta familjulívið í eina tíð, skjýtur hon upp.

Vit kunnu vera samd ella ósamd. Men uttan mun til, hvat vit halda um hugskotið hjá pensjóns-stjóranum, so er tankin áhugaverdur. Og tað er júst tað, sum vit hava tørv á. At hugsa nýtt. Hugsa øðrvísi. Og seta spurnartekin við, hví vit gera, sum vit gera.

Góðu BTÚ-maskinur

Bruttutjóðarúrtøkan er mátistokkurin fyri hvussu nógv virðið í landinum er økt í einum ávísum tíðarskeiði. Tað vil siga virðið á samlaðu framleiðsluni í landinum. Tað vita tit sjálvandi, sum hava fylgt væl við í samfelagstímunum.

Tá vit snakka um, hvørji lond klára seg væl, so snakka vit um, hvussu høgt BTÚ tey hava. Tá vit snakka um vælferð, so snakka vit um BTÚ fyri hvønn íbúgva. Í nógv ár hava vit gingið út frá, at hava vit høgt BTÚ fyri hvønn íbúgva, so hevur fólkið í landinum tað gott. Altso jú meira vit framleiða, betri hava vit tað sum heild.

Men er tað málið? Skulu vit framleiða so nógv sum gjørligt fyri at hava gott?

Vit eiga at hava funnið útav eftirhondini, at tað heldur ikki í longdini.

Náttúran heldur ikki í longdini. Vit halda ikki í longdini.

Gera vit vistskipanirnar upp í krónum og oyrum, so leggja tær eina billiard hvørt ár aftur at heimsbúskapinum.

Hetta eru vistskipanir, sum vit beint nú eru í ferð við at broyta og møguliga avlaga við veðurlagsbroytingunum. Hetta eru tær vistskipanir, sum púrasta av sær sjálvum vita akkurát hvussu nógv vatn, hvussu nógvan hita og hvussu nógvan vind træið tolir, skal tað trívast væl og vera í samljóði við restini av náttúruni.

Beint nú gera vit ikki okkara besta fyri at steðga veðurlagsbroytingunum. Og tað hevur longu stórar avleiðingar.

Men vit verða eggjað til at framleiða. Tá vit fella trø, framleiða vit. Jú fleiri trø vit fella, tess meira framleiða vit. Bruttotjóðarúrtøkan hækkar. Sostatt verða vit lønt heldur enn revsað, tá vit gera okkum inn á náttúruna. Eins og vit fáa súlubonus, tá vit flúgva nógv, heldur enn at gjalda CO2 gjald.

Var náttúran ein banki, sum var á veg av knóranum, so ivist eg ikki í, at vit funnu pengarnar til at bjarga støðuni beinanvegin.

Vit mugu gera okkurt øðrvísi. Og eg haldi, at vit eiga at gera vælferðina upp í trivnaði heldur enn framleiðslu. Vit eiga at hava ein mátistokk, sum vísir, at fremstu lond heimsins eru tey burðardyggu. Fíggjarliga, umhvørvissliga og sosialt.

***

Góðu fyrrverandi næmingar

Eg ivist ikki í, at flestu tykkara hava gjørt tykkara besta í miðnámsskúla-tíðini. Men tit eru ikki komin um málstrikuna við sama úrslitini.

Vit, sum standa á síðulinjuni, skulu geva tykkum high-five, sum komu fyrst á mál. Men vit mugu ikki gloyma at hátíðarhalda tykkum, sum komu síðst um strikuna. Tit kláraðu tað eisini. Og tit hava øll uppiborið at verða heiðrað.

Vit skulu minnast til, at øll hava ikki havt somu fortreytir. Summi hava havt tað lætt heima. Fáar trupulleikar og stuðlandi fólk rundan um seg. Onnur hava havt tað trupult og hava onga hjálp fingið.

Nøkur tykkara standa við einum høgum miðaltali í hondini í dag. Tí skulu tit vera errin av. Tað er ikki komið av sær sjálvum. Og tit skulu hava loyvi at fegnast um tað, eins og fótbóltsspælarar senda seg eftir vøllinum, tá teir skora mál.

Nøkur tykkara standa við einum lægri miðaltali í hondini í dag. Onkur tykkara ivast kanska í, um prógvið kann brúkast til nakað sum helst. Men tað kunnu tit vera heilt sikkur í, at tað kann. Tí tit hava lært so nógv meir enn tað, sum stendur í bókunum.

Uttan mun til, hvussu væl tað hevur gingist tykkum til royndirnar, so hava tit ognað tykkum eina rúgvu av vitan hesi árini. Vitan, sum ongin kann taka frá tykkum. Hon fer at koma tykkum til góðar nógvar ferðir í lívinum, hóast tað kanska kann vera trupult at ímynda sær beint nú. Hon fer at koma samfelagnum til góðar, og hon fer at koma børnum tykkara til góðar.

Nú er hetta tíðarskeiðið av, og tit fara ymiskar leiðir. Men vegir tykkara fara helst at skarast aftur í framtíðini.

Og nú fáa tit eini síðstu ráð frá mær, áðrenn eg sleppi tykkum: Minnist til at gera tað, sum gevur tykkum gleði í gerandisdegnum. Also okkurt, sum tit veruliga tíma.

Eins og trøini hava vit eisini tørv á at festa røtur. Sum trøini hava vit tørv á umsorgan og uppmerksemi. Eins og trøini geva skugga, frukt og reina luft, skulu vit eisini geva burtur av tí, vit hava. Men eins og trøini trívast vit ikki allastaðni - og eins og trøini vaksa vit ikki óendaligt.

***

Góðu pisur

Má flogið roynast tykkum væl.

Brettið upp ermar. Gerið tykkara besta. Undrist og spyrjið. Finnið gerandis-gleðina. Ansið væl eftir tykkum sjálvum og náttúruni. Og minnist til - eisini - at hyggja at Netflix við góðari samvitsku.

Takk fyri.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo