Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Nýggjársrøða sum lambamaðurin Bergmann Finnsson, búsitandi á Glyvrum, flutti fram í Gulu Smiðjuni í Saltangará nýggjársaftan.

Bergmann er magistari í søgu og landafrøði frá RUC og er kennari á studentaskúlanum á Kambsdali. Eisini er hann kendur sum guitarleikari í rockbólkinum Wolfgang.

Góðu nýggjársgestir.

Ja, enn eitt ár er við at fara afturum, og nú standa vit á gáttini til eitt nýtt. Nýggjársbálið er tendrað, og um eina løtu fara vit at bjóða tí nýggja árinum, 2018, við sínum nýggju møguleikum og avbjóðingum, vælkomnum.

Í ár er tað fallið í mín lut, at standa her í Gulu smiðju og halda nýggjársrøðuna. Eg vil takka fyrireikarunum fyri heiðurin og skal gera mítt besta, at liva upp til hendan.

Tað er lívgandi at síggja so nógv fólk savnað, her hjá okkum og runt heimin annars, at siga tí gamla árinum farvæl og bjóða tí komandi árinum vælkomið. Ár og tíð er ikki nakað vit eiga, men nakað vit fáa givið her í lívinum. Tað er tí natúrligt eitt slíkt kvøld, at heiðra tað farna, samstundis sum vit taka saman um og gera okkum tankar um og leggja ætlanir fyri komandi árið.

Skjótt farna árið hevur verið hendingaríkt, bæði í okkara egna lívið og á almenna pallinum. Okkurt var gott og lívgandi og annað minni gott og kanska tyngjandi fyri okkum. Men hesi eru korini hjá okkum sum menniskju. Vit eru partur av eini størri heild. Nøkur ting kunnu vit ávirka og onnur ikki.

Á politiska pallinum hava stórmál verið á skránni í 2017. Tað slepst neyvan undan at nevna fiskivinnunýskipanina, sum hevur fylt so ógvuliga nógv og sum tey flestu okkara nú eru troytt av at hoyra um. Skipanin má nú standa sína roynd í verki, so síggja vit um tað verður politiska ævintýrið, á aðrari síðuni, ella dómadagsscenariini, á hinari síðuni, sum verður úrslitið.

Tað grør um gangandi fót í búskapinum. Flest øll eru væl fyri og hava pengar at brúka. Tunnilin til høvuðsstaðin, sum fyllir nógv hjá okkum her, er í ger og skotini runga um allan fjørðin. Ein fjøruvegur í samband við tunnilin er nú eisini settur á fíggjarlógina. Nýggj kirkja og møtisalar eru í umbúna og væl stendur til hjá vinnulívinum.

Samstundis sum vøkstur er í samfelagnum eru tað eisini fólk, sum stríðast. Á arbeiðsmarknaðinum hava vit starvsbólkar, sum brúka teirra rætt at stríðast fyri líka løn fyri somu útbúgving. Og so ikki minst tey, sum ikki eru so heldig, at hava ein maka, at hjálpa sær og børnunum við mánaðarligu avdrøgunum, og tí hava hildið eini jól, um enn hugnalig, so við færri gávum og kanska við stúran um komandi árið. Verða vit uppsøgd á leigumálinum ella ikki? Fær dótturin við serligum tørvi tað røttu hjálpina í skúlanum? Hetta er eisini veruleikin, um vit vilja tað ella ikki.

Vit liva í einum heimi, sum verður meira og meira einstaklingagjørdur ella individualiseraður. Tað handlar alt meira um, hvat tann einkulti kann náa enn um felagsskapin. Hetta síggja vit m.a. aftur í ítróttinum, har vit kappast um at koma á vinnandi liðið, á arbeiðsplássinum, har vit kappast um tey eftirtraktaðu størvini, ella á pallinum, har betri vitandi dómarar í tónleika- og undirhaldskappingum geva fólki stemplið “góðtikin” ella “ikki góðtikin”.

Tað at verða ein vinnari stendur øgiliga frammarlaga í hesum døgum.

Tað er ógvuliga umráðandi at vit hava einstaklingar í samfelagnum, sum kunnu ganga fremst og slóða fyri restini. Hetta eiga vit sjálvandi at dyrka í hesum persónum, so vit kunnu fáa eitt gott og ríkt samfelag fyri okkum øll. Men tað, at hava serliga góð evnir til eitt hvørt, leggur eisini eina stóra ábyrgd á herðarnar hjá hesum persóni. Hesin eigur at verða tilvitaður um, at tað eisini eru fólk, sum ikki hava somu evnir, men sum kanska hava hendan persónin sum fyrimynd í sínum lívi. Og vit skulu jú øll grundleggjandi náa tað sama her í lívinum: Eyðnuna og eitt gott lív.

Vit ferðast ikki ígjøgnum lívið einsamøll. Vit ferðast saman, lið um lið, og tað er umráðandi, at øll koma væl ígjøgnum ferðina. Onkur nær sínum málið í lívinum, onkur kanska ikki. Men kanska hetta ikki er tað mest umráðandi, tí mál kunnu broytast, og tað ein helt var málið, er kanska slett ikki tað kortini. Lívið lærir. Tað er kanska tað mest fantastiska við lívinum. Tað øvuta hevði kanska verið í so keðiligt, um øll fylgdu sínum barndómsdreymum. So hevði eg, uppvaksin í Lamba, við grótbrotinum sum granna, verið lastbilasjafførur, tí tað var mín barndómsdreymur. Men hvør veit. Kanska tað hevði verið betri?
---
Í sambandi við at hava stórar dreymar og seta sær stór mál, sum tó vístu seg at verða nøkur onnur enn ein sjálvur helt, havi eg hug at taka kenda enska pólfararin Ernest Shackleton, sum livdi fyri umleið 100 árum síðani, fram.

Shackleton var ein ambitiøsur maður, sum kappaðist við aðrar kendar pólfararar sum Scott og Amundsen, um at verða fyrsti maður á Suðurpólinum fyri gott 100 árum síðani. Hann skipaði fyri fleiri rannsóknarferðum, til tess at náa dreymi sínum: Suðurpólinum.

Á einum av ferðum sínum, eftir langt og hart stríð, fyrst við skipi og síðan eftir antarktiska ísinum, stóð Schackleton, tann 9. januar 1909, saman við tveimum av sínum monnum, bert 97 fjórðingar frá málinum teir høvdu arbeitt seg fram ímóti í áravís: Suðurpólinum.

Mennirnir vóru útslitnir og lítil proviantur var eftir. Hjá pólfaranum vóru bert tvinnir lutir í at velja: At halda á til Suðurpólin, sum fyrstur nakrantíð, við stórum vanda fyri lívinum hjá sær sjálvum og manningini, ella at venda við og bjarga sær sjálvum og ferðafeløgunum. Shackleton, stóri leiðarin hann var, valdi at venda við og bjarga mannskapinum, men ofraði samstundis stóra dreymin, at standa sum fyrsti maður á Suðurpólinum nakrantíð.

Eftir at norski Amundsen í 1912, sum fyrsti maður stóð á suðurpólinum, skipaði Shackleton aftur eina nýggja rannsóknarferð, hesa fer at ganga um alt hitt antarktiska meginlandið. Hendan ransóknarferðin kom eisini í trupulleikar. Rannsóknarskipið varð skrúvað niður av ísinum, áðrenn teir komu til lands, og mannskapið stóð har á ísinum bert við trimum bjargingarbátum og nakað av provianti, fleiri túsund fjórðingar frá allari civilisatión. Aftur her vísti pólfararin stór leiðaraevnir, og leiddi menn sínar, aftaná at skipið var sokkið, yvir ísin til teir komu til opið hav, fingu flota bátarnar og siglt til eina oyðna oyggj í Suðuríshavinum. Her valdi Scackleton tveir av sínum bestu monnum til at sigla saman við sær í einum av bjargingarbátinum langa vegin um vandasjógv til størru oynna Suður Georgia, har norðmenn høvdu hvalastøð. Hetta eyðnaðist. Shackleton og hansara menn komu fram og fingu sent skip at bjarga monnunum á oynni, áðrenn veturin gjørdi hetta ómøguligt.

Shackleton framdi stórverk í sínum lívi sum pólfarari, men størsta lívsbragd hansara var tó at bjarga monnum sínum úr vissum deyða á ísinum. Shackleton náddi ikki málinum, hann hevði sett sær, Suðurpólinum, men fann eitt annað og kanska størri mál, at bjarga sínum monnum.

Hetta er tað, Shackleton er mest kendur fyri í dag. Nevniliga, at skulu vit ganga, so skulu vit ganga saman og ongin situr eftir. Fyri leiðaran er tað mest umráðandi, at øll koma fram.

Vit ganga sjálvi ígjøgnum lívið, men tó saman við hinum. Tí bert saman við hinum, menniskjunum rundan um okkum, eru vit verulig menniskju. Hini, rundanum okkum, og vit, eru samfelagið. Og vit sum eru samfelagið, skapa sjálvi hetta samfelagið og har skal verða rúmsátt og og gott hjá øllum at vera.

Um eg skal siga tað sjálvur. Alt handlar ikki bara um meg her í lívinum. Tað handlar mest um okkum!

----

Skulu vit taka eitt sindur samanum hesar stuttu tankarnar frá mær til tykkum, nú vit standa á gáttini til eitt nýtt ár og ein nýggjan kapittul í okkara lívi, so er tað at minnast til samfelagið, tað sum vit øll eru í felag um, og sum er grundarlagið fyri okkara veran her á Jørðini. Eitt rúmligt og gott samfelag gevur pláss til ymiskar áskoðanir og ymsar hættir at liva lívið, tað gevur rúm fyri ósemju, líka væl sum semju. Tað gevur pláss til at vera tey vit eru, og at fylgja ella kanska finna okkara mál her í lívinum.

Tað skal verða pláss fyri øllum í felagsskapinum. Leiðarum  og teimum sum ganga fremst, sum hava eina serliga ábyrgd, og vaksnum, børnum og skeivum eksistensum av øllum handa slag.

Tað sum bindir okkum saman má altíð verða sterkari enn tað, sum býtir okkum sundur.

---

Við hesum orðum vil eg enda við at ynskja tykkum øllum eitt gott nýggjár og Harrans signing í komandi ári.

Takk fyri!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo