40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava í dag skrivað undir semju um nýggjan tvey ára sáttmála, sum er galdandi frá 1. oktober  2019.

Vit hava valt at góðtaka semingsuppskotið. Hetta er sjálvandi eitt semingsuppskot, og gongur sostatt ikki øllum okkara krøvum á møti. Men semingsuppskotið er í okkara metan til at liva við og tað besta vit fáa í løtuni. Vit løgdu dent á, at lyfta báðar bólkar, hjálparfólk sum heilsuhjálparar og tað meta vit, hetta semingsuppskotið leggur upp til.

Vit liva í sera ótryggum tíðum, og okkara limir røkja ein sera týdningarmiklan leiklut við at taka sær av teimum veikastu og mest útsettu borgarunum. Eitt verkfall er tí ikki ein møguleiki, vit fara ikki at telva við mannalívum. Tí mettu vit eisini sum nevnd, at vit áttu at geva limunum tryggar karmar, ístaðin fyri at lata hetta draga út óneyðugt.

Úr semjuni:
Lønin hækkar fyrra árið 3,5% og seinna árið 2,6%, og hava fingið eitt nýtt lønarstig 12, seinna árið.

Hetta merkir, at endalønin hjá heilsuhjálparum liggur beint undir 27.000,- um mánaðin, og endalønin hjá hjálparfólkum liggur beint undir 25.000,- um mánaðin.

Bundna eftirlønargjaldið, sum í ár er 6% fyri starvsfólk, ið arbeiða minni enn 59 tímar um mánaðin, rindar arbeiðsgevarin eftirlønargjaldið framyvir.

Samsýning fyri ólagaliga arbeiðstíð er nýtt stk. 9: Arbeiðið skal so vítt gjørligt skipast uttan brot í arbeiðstíðini. Har tað ikki letur seg gera, at skipa arbeiðið uttan brot í arbeiðstíðini, verða tímarnir sum liggja í vanligari tíð yrkadagar, samsýntir sambært § 5, stk. 1. Hetta merkir, at hesir dagtímar verða samsýntir við 23% afturat vanligu dagtímalønini, allar yrkadagar.

§ 6. stk. 4: Viðbøtir fyri praktikvegleiðarar hækka úr 1250,- til 1500,- og fylgja ikki setanarbrøkinum.

§ 10. nýtt stk. 3: Fellur ein frídagur eftir §10 á ein dag, sum er frídagur smb. arbeiðsætlan, verður annar frídagur latin í staðin.

§ 20, stk. 2.  Tímaløntir heilsu-/heimahjálparar: Um tímaløntur heilsu-/heimahjálpari hevur arbeitt meira enn 40 tíma viku, verður goldin úrtíðarløn, sum er 50% eyka av vanligu lønini.

Protokollat:
Ásannandi, at stórur tørvur er á fleiri starvsfólkum - og eisini fleiri faklærdum starvsfólkum á eldraøkinum, ynskja sáttmálapartarnir at gera ávís átøk fyri at bøta um støðuna á eldraøkinum.

Sáttmálapartarnir eru samdir um í sáttmálaskeiðinum at gera eina kanning av setanarviðurskiftunum hjá heilsu/- heimahjálparum. Sáttmálapartarnir ynskja at kanna um grundarlag er fyri, at heilsu-/  heimahjálparar kunnu verða settir í starv við hægri-, ella fullum setanarbrøki.

Sátmálapartarnir eru samdir um at skipa fyri felags evnisdegi, har ljós verður varpað á m.a. setanarviðurskiftini og fakligheitina hjá heilsu-/ heimahjálparum, sum starvast á eldraøkinum.

Úrslitið av kanningini verður lagt fram á evnisdegnum - og skipað verður fyri framløgum og kjaki fyri viðkomandi partar innan eldraøkið.

Umframt tað, ið er nevnt omanfyri, eru ávísar tillagingar gjørdir í sáttmálanum.

Mary Antonsdóttir, forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo