Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í morgin, fríggjadagin 18. juni kl. 10, verður mótmælistiltak við ráðhúsið og Vaglið í Tórshavn.

Mótmælistiltakið ber heitið “Vit krevja raðfesting og virðing av námsfrøðiliga økinum”. Tað eru foreldur at børnum á dagstovnum, ið skipa fyri.

Um tiltakið verður sagt:
Vit foreldur og avvarðandi at børnum, ungum og vaksnum á dagstovnum, fríðtíðarskúlum, bú- og viðgerðastovnum og stuðlum kring alt landið, stuðla Pedagogfelagnum í krøvunum um betri umstøður á námsfrøðiliga økinum.

Skal starvsfólkatrotið loysast, skal menniskjaliga haldførið innan námsfrøðiliga arbeiði tryggjast! Minsta normering má staðfestast í lóg, lønin skal vera virðilig sambært útbúgving og ábyrgd, og fyrireikingartíð skal tryggja fakliga innihaldið. Tað er slítandi ikki at hava ordiligar arbeiðsumstøður, og tað rakar í síðsta enda børn okkara og borgarar við serligum tørvi og avbjóðingum.

Praktiskt kunning:
Tiltakið byrjar kl. 10, tá Løgtingið kemur saman. Røður og felagssangur verður. MBM stuðlar við Mist og kakao til børnini.

Vit hava verið í samband við koronuráðráðgevingini og hava fingið loyvið at skipa fyri tiltakinum. Vit deila økið upp í tvey, soleiðis at tey úr vesturbýnum ganga móti Vaglið frá Steinatúni og tey, ið koma úr Eysturbýnum ganga frá kaini ella Vágsbotni. Vit vóna at tit møta fjølment og halda frástøðu, so væl sum gjørligt.

Tiltakið verður stroymt. Stroymingin sæst her: fb.me/e/2ymDKfMmE

Møtið fjølment og verið við at vísa á okkara felags stuðul fyri betri sømdir hjá námsfrøðingum á dagstovna- og serøkinum, tí tað er betri sømdir fyri okkara børn og fyri borgarar við serligum tørvi!

Fyriskiparnir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo