40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Viðmerkingar til svar frá Jóhan Dahl.

Fyrst skal eg takka fyri svarið, ið absolutt lýsir, at vit ikki síggja sama veruleika.

Hvussu tú í tínum veruleika sært tað sum ein positivan trupulleika, at ein stór kommuna ikki klárar at fylgja við og lyfta eina so sjálvsagda kommunala uppgávu sum eldrarøkt, barnaansing og skúlahølir, skilji eg als ikki.

Hvønn er tað positivt fyri? Tú kanst spyrja foreldrini, sum ikki sleppa til arbeiðis, spyrja avvarandi, sum ikki fáa tilboð til eldru borgararnar, spyrja næmingar, sum ikki vita hvussu teirra skúlagongd kemur at at síggja út. Spyr hesi um trupulleikin er ein positivur trupulleiki.

Nei Jóhan Dahl, tað kann ikki lýsast sum ein positivur trupulleiki, tá ein stór kommuna ikki klárar at lyfta uppgávur, samstundis sum tað verður lýst sum ein negativur trupulleiki, tá ein minni kommuna ikki megnar uppgávur. Talan er sjálvsagt í báðum førum um ein stóran negativan trupulleika fyri borgaran og samfelagið.

Tú nevnir kreppuna í 90-unum og tað er í ordan. Men tað, at ALLAR kommunurnar í landinum blivu settar undir eftirlit, kann valla brúkast sum argument fyri at størri eindir er gongda leiðin. Her kann somuleiðis leggjast afturat, at í dag ber ikki til hjá kommunum at koma sær í tílíkt fíggjarligt óskil sum í 90-unum, tí kommunur verða jú settar undir umsiting, um skuldin fer upp um eina álíkning.

Men hvørjar kommunur eru upp á tal at verða settar undir umsiting í hesum døgum? Mær kunnugt, er tann møguleikin bert nevndur í sambandi við onkra av teim størru samanløgdu.

Somuleiðis konkluderar tú, at við tað, at Eiðis kommuna er í samstarvarinum VEKS á eldraøkinum, so er kommunan ikki før fyri at vera ein sjálvstøðug kommuna. Hetta er enn ein heilt absurd staðfesting. Kommunurnar høvdu ikki møguleika at velja, hvussu arbeiðast skuldi á eldraøkium. Kravið frá landsins mynduleikum var samstarv, og enntá var kravið, at samstørvini skuldu síggja júst soleiðis út, sum tey gera í dag. Hinvegin er ógvuliga stórur munur á samstarvi og samanlegging.

Tað, at tú metir, at skattatrýstið í Eiðis kommunu eigur at vera hægri, kann væl saktans ikki brúkast til nógv. Tað haldi eg ikki. Eg haldi, at ein kommuna sjálvsagt ikki skal taka meiri pening frá borgarunum, enn henni tørvar. Kommunurnar skulu ikki frossa við skattgjaldarans krónum, bara fyri at hetta skal passa inn í excellarkið hjá sjálvútnevndum kommunuserfrøðingum.

Sannleikin er, at smærru kommunurnar hava eina nógv sunnari fíggjarstýring og nógv størri virðing fyri skattgjaldarans peningi enn størru kommunurnar. 

Jógvan í Skorini

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo