Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

“Vit síggjast um 8 vikur...” segði lærarin. Eg veit ikki, hvat 8 vikur er. Eg veit bara, hvat hendir í dag; og í dag eri eg í skúla og frítíðarskúla. Í morgin fari eg at sita heima. Míni yngru systkin fara á dagstovn, tí teirra stovnur er ikki stongdur 13 vikur um árið. Har steingja tey bara í uml. 6 vikur, so míni systkin sleppa út at spæla við onnur børn fleiri vikur aftrat.

Eg dugi ikki at fara út at spæla sjálvur, so ein vaksin má altíð fylgja mær, tá eg skal út. Eg elski at vera í frítíðarskúla; har eru nógv børn, sum eg kenni, og fitt starvsfólk, sum duga væl at passa upp á meg, men kommunustýrið í bygdini hjá okkum sigur, at eg sleppi ikki at vera har, tá ið skúlin er stongdur – eisini hóast hølini, har frítíðarskúlin heldur til, eru opin, tí tey elstu børnini í barnagarðinum ganga eisini har.

Mamma hevur fingið bræv frá kommunustýrinum, sum sigur, at tað fer at kosta so nógv eyka, um eg eisini skal vera har.

Mamma og babba vita, at tá nakrar vikur eru farnar, fari eg at rópa nógv; tað geri eg, tá mín gerandisdagur verður avbrotin í longri tíð. Tey vita eisini, at eg fari at blaka við tingum, buka veggirnar og sláa meg sjálvan. Hetta tyngir tey nógv, men hóast tey hava roynt at fingið hjálp, so eg eisini kann sleppa út at spæla við onnur børn, so vil ongin myndugleiki hjálpa. 13 vikur um árið má eg sita heima.

Mamma hevur roynt at kempa fyri meg, soleiðis at eg ikki skal sita heima í einsemi 13 vikur hvørt ár. Hon hevur tosað við nógv fólk, lisið nógvar lógir, og klagað til allar myndugleikar, man kann klagað til, men Føroyar hevur onga lóg fyri frítíðarskúlar, so øll siga bara, at tað er ikki teirra trupulleiki. Tíanverri er onki at gera fyri meg, uttan so at landstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum ger okkurt við lógina, soleiðis at børn sum eg fáa fleiri rættindi í hesum samfelagnum.

Mamma ætlaði at siga sítt starv frá sær á páskum, tí tá sá hon onga loysn longur; hon hevur ikki 13 vikur feriu frá sínum arbeiði hvørt ár. Míni eldru systkin skiftust um at passa upp á meg, ímeðan babba var úti og fiskaði. Babba er heima frá fiskiskapi júst nú, og mamma er lættað, tí so slapp hon undan at siga sítt starv frá sær... í hvussu so er fyri fyrst.

Mamma hevur síðani klagað Føroyar til ST fyri brot á breksáttmálan, hon sigur, at sjálvt um kjansurin at fáa hjálp er lítil, so stendur tað í tað minsta skrásett onkrastaðni, at ein klaga er komin úr Føroyum. Kommunustýrið hevur skrivað til Løgtingsins umboðsmann, at kommunan kanska kann bjóða ansing einaferð, men ikki áðrenn 2025. Tað er leingi at bíða. Sjálvt um tað bleiv sagt á kommunustýrisfundinum síðst í februar, at kommunustýrið fór at taka áheitanina frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum til sín og eftirmeta sítt dagstovnatilboð sum skjótast, og at tað fór at henda áðrenn næsta kommunustýrisfund, so er onki meira gjørt við tað.

Um eg hevði verið eitt campingpláss, ein vindmylla, ein laksur ella Russlandssáttmálin, so hevði eg fingið hægstu raðfesting hjá politikarunum, men eg eri "bara" eitt barn, ið ber brek, og eg havi ikki líka nógv at siga fyri kommunustýrið ella landstýrið.

Mamma lesur oftani um onnur børn, sum ei heldur fáa hjálp, og sigur, at vit mugu bara royna at yvirliva sum frægast, inntil tað ikki gongur meira. Babba fer at fiska aftur í summar, og tá ferian hjá mammu er liðug, so mugu míni eldru systkin aftur hjálpa við at passa meg. Eg havi fýra sera góð eldri systkin, sum eg eri sera góður við. Tey vita, at eg rópi nógv, tá eg ikki havi tað gott. Tey skilja meg, og tey ganga túrar við mær, tí tað dámar mær sera væl.

Mamma hugsar longu um heystferiuna í oktober, páskaferiuna í 2024 og eisini summarferiuna um 1 ár. Hon veit, at uttan eina nýggja lóg, noyðist hon at siga sítt starv frá sær til endans, og sum nú er, eiga familjur sum okkara ongan góðan í tí politisku skipanini, so ja, tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn bæði hon og eg sita heima 13 vikur hvørt ár.

Sonja Petersen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo