40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í dag, fríggjadagin 1. apríl, var aðalfundur hjá Kommunufelagnum. Yvir130 kommunustýrislimir úr øllum landinum møttu á fundinum.

Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, legði fram ársfrágreiðingina, og segði hann millum annað:

Týðandi vælferðartænastur eru lagdar kommununum at fyrisita. Tað setir stór fíggjarlig og starvsfólkalig krøv til kommunurnar, ikki minst havandi í huga týðiligu demografisku broytingarnar, sum liggja fyri framman. Hetta setur mikil krøv til okkum kommunustýrislimir um at stýra væl og við skili.

Kommunurnar eru fjølbroyttar og hava sera ymiskar fyritreytir og í einum felagsskapi sum okkara, her kommunur skulu virka saman, finnast sjálvsagt eisini ósemjur.

Hetta ber boð um eitt virkið fólkaræði. Men í einum fólkaræði byggir alt grundarlag á semjur, eingin fær allan sín vilja ígjøgnum. Men saman standa vit sterkari, og hava vit í Kommunufelagnum eina felags støðu og eina felags fatan, so er lítil ivi um, at okkara sjónarmið eisini vinna frama bæði í almenninginum og í mun til landspolitisku skipanina.

Hetta hava vit farna árið prógvað við teimum semjum, sum eru gjørdar, eitt nú á elorkuøkinum og viðvíkjandi óljóði frá skipum.

Størsta avbjóðingin er inneftir: At skapa ein felagsskap, sum allar kommunur kenna seg aftur í og kenna seg at hoyra til. Tað er av størsta týdningi, at vit støðugt seta orð á ymisleikarnar, at vit tora at viðurkenna og umrøða teir – og at vit gera tað innanhýsis. Tí bert tá ber til at skapa tann felags grundvøllin, sum skal flyta okkum saman fram á leið.

Allur heimurin stendur fyri stórum avbjóðingum. Tað verða uttan iva nógvir brotasjógvar komandi árini. Viðurskiftini í sambandi við kríggið millum Ukraina og Russland gera ikki avbjóðingarnar minni, og framtíðarútlitini kunna tykjast døpur. Hetta eru viðurskifti, sum vit hava lítla og onga ávirkan á, og samanborið við tey, kunnu okkara innanhýsis trupulleikar í Føroyum tykjast meinaleysir.

Men “alt byrjar her við mær og tær hvønn nývaknaðan dag,” syngur Kári P, og vit kunn ikki gera so nógv annað sum samfelag, sum kommuna ella sum einstaklingar, enn at sýna hjartarúm og hjálpsemi mótvegis teimum, sum líða neyð, og taka væl ímóti teimum flóttafólkum, sum sannlíkt fara at koma hendanvegin komandi tíðina.

Vit standa við einari stórari avbjóðing – einari, ið vit ikki hava roynt áður, men eisini hesaferð fara vit í sterkum felagsskapi at finna røttu loysnirnar.

Les alla ársfrágreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo