40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Talið av viðtalum hjá kommunulækna í 2020 var stívliga 185-túsund. Tað er gott 11% fleiri enn árið fyri.

Av hesum vóru umleið 25-túsund avgreiddar umvegis telefon orsakað av Covid-19 smittuvanda.

Knappliga 4-túsund ella 2% av viðtalunum vóru viðtalur hjá fólki við bústaði uttanlands.

Viðtalurnar í kommunulæknaskipanini í 2020 vóru stívliga 11% fleiri enn árið fyri og 46% fleiri enn  fýra ár frammanundan:

- Í miðal vóru 3,5 viðtalur hjá kommunulækna fyri hvønn íbúgva í landinum

- Konufólk vitja kommulæknar oftari enn menn

- Børn í skúlaaldri vitja kommulæknan minst

- Fólk yvir 70 ár vitja kommulæknan mest, roknað eftir fólkatalinum

- Flestu viðtalur í dagtíð vóru í Norðoyggjum og Suðuroy

- Nógv flestu viðtalur pr. íbúgva vóru í Sandoyarøkinum og fægstu í Suðuroy

Uppgerðin fevnir ikki um fyribyrgjandi ella sonevndar profylaktiskar viðgerðir, so sum koppsetingar, upplýsing um gitnaðarfyribyrging, heilsukanningar av barnakonum og læknakanningar av børnum.

Upplýsingarnar, ið Hagstova Føroya hevur frá Heilsutrygd, fevna um virksemið árini 2016 – 2020 og lýsa býtið av viðtalum í kommunulæknaskipanini eftir bústaðarøki, vakttíð, aldri og kyni.

Samband við kommunulæknan umvegis telefon ella teldu er heldur ikki roknað við í yvirlitinum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo