40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Komandi vikuskifti kemur enski urguleikarin Richard Brasier til Føroyar og steðgar til komandi mikudag.

Skráin er umfatandi á ferðini. Umframt konsertir og undirvísing, verður masterclass, sangkvøld og fyrilestur um enskan tónleik og urgur frá 16 - 20 øld - frá tónaskaldunum Tomas Tallis (f. 1585) til Kenneth Leighton (f. 1929).

Mánadagin undirvísir Richard næmingum í Havnar kirkju og hevur serligt sangkvøld í Glyvra kirkju við enskum løgum til føroyskar sálmar. Týsdagin er opin verkstova (masterclass) í Vesturkirkjuni, har næmingar og urguleikarar kring landið spæla stykkir av hansara verklista. Fólk eru vælkomin at lýða á.

Konsertskráin er sera fjøllbroytt við denti á enskan tónleik. Undantikið Bach eru verkini frá 1500 eftir Tallis, Byrd, Gibbons, Stanley og Purcell og av nýggjari dato eftir Stanford, Howell og Bussey.

Yvirlit:
Leygardag 16 apríl kl 11:30, Havnar kirkja - Matiné - (í smb við aðalfund í Urguleikarafelagnum)
Leygardag 16 apríl kl 13:30, Havnar kirkja - fyrilestur um tónleikaverk og urgur
Sunnudag  17 apríl kl 16:00, Fuglafjarðar kirkja - konsert
Sunnudag  17 apríl kl 20:00, Miðvágs kirkja - konsert
Mánadag   18 apríl kl 19:30, Glyvra kirkja - sangkvøld við enskum løgum til føroyskar sálmar
Týsdag      19 apríl kl 19:00, Vesturkirkjan - opin masterclass

Richard Brasier er føddur í 1988 og hevur holla útbúgving frá Royal Academy of Music í London. Hann hevur fast starv sum Director of Music í St Laurence Parish Church, Upminster. Hóast ungur hevur hann spælt, sum solistur og kamartónleikari í Onglandi og Týsklandi og hevur studerað urgubygging í Hollandi.

Tiltakið er fyriskipa og stuðla av Urguleikarafelagnum, Tórshavnar Musikkskúla og kirkjunum har spælt verður. Samskipari er Gudmund Mortensen, sum til dagligt virkar sum organistur í Dómkirkjuni og í musikkskúlanum og er útbúgvingarleiðari fyri PO-undirvísing í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo