Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Staðfest varð í sambandi við framløguna av fíggjarætlanini fyri 2022 á seinasta býráðsfundi, at kommunan er væl fyri at standa ímóti komandi avbjóðingum.

Í uppskotinum til fíggjarætlan, sum var til 1. viðgerð í býráðnum í dag, eru inntøkurnar mettar til 1 milljard og 148 mió. kr. Hetta er 56,1 mió. kr ella 5,1 prosent hægri enn í fjør.

Rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 923 mió. kr, ið er 42,4 mió. kr ella 4,8 prosent hægri enn í fjør. Íroknaður er tá lønarvøkstur á 1,75 prosent. Dagførdar inntøkumetingar koma í november.

Vøksturin í rakstrarútreiðslunum er serliga á eldraøkinum, á sosiala og barnaverndarøkinum og á dagstovnaøkinum. Størsti parturin av vøkstrinum eru lønir, tí hesi økini, eins og restin av kommununi, eru rættiliga lønartung. 

Vøksturin í barnatalinum krevur fleiri stovnspláss. Stór útbygging fer nú í gongd av dagstovninum á Argjum fyri 30 mió. kr, og Miðstovnurin í Kongagøtu verður liðugtgjørdur fyri 4 mió. kr. Íløgurnar verða báðar fíggjaðar við eykajáttan.

Stórur dentur er lagdur á eitt vælskipað og uppraðfest eldraøki við nýggjum røktarheimi og eldraíbúðum. Eldraøkið verður framtíðartryggjað og normeringin hækkar.

Harafturat vilja vit skapa størri lívsgleði í gerandisdegnum hjá teimum eldru. Tvey “aktivitetsfólk” eru longu sett í starv við teirri uppgávu at stimbra uppundir virksemi, sum skapar betri innihald í gerandisdagin hjá búfólkunum. Samstundis skulu hesi fólk eisini samskipa tað góða sjálvbodna virksemið á eldraøkinum.

Kommunan er at kalla skuldarfrí. Tá er sæð burtur frá Tórshavnar havn. Okkurt bendir tó á, at tørvur fer at verða á at taka lánið upp á 57 mió.kr, sum heimild fekst til í samband við byggingina av endurvenjingardeplinum URD.

---

Fyri at allar familjur og einstaklingar í kommununi skulu hava atgongd til ein hóskandi bústað, sum tey megna at gjalda fyri, eru settar í gongd privatar og kommunalar útstykkingar í stórum tali.

Gongd er sett á útstykkingar til sethús, raðhús, eigara- og leiguíbúðir á Argjahamri og síðani við Stórutjørn. Í Kollafirði er lendi boðið út, eins og á Velbastað. Í Nólsoy verður víðkað um verandi útstykkingar.

Privatar íbúðarbyggingar við bæði ognar- og leiguíbúðum eru eisini farnar í gongd. Millum Horna er til dømis lendið boðið út til privatar byggiharrar at byggja raðhús og leigubústaðir.

Vit fara harumframt at gera fleiri vinnustykki, m.a. við Stjórutjørn, til ymiskan tørv og í ymiskum støddum.

---

Fyri 2022 eru knappar 197 mió. kr settar av til íløgur í kommununi, Tórshavnar havn ikki íroknað.

Størsta verkætlanin er langhylurin í Gundadali, sum 40 mió. kr eru settar av til í íløguætlanini fyri komandi ár.

Nýtt røktarheim er ein av stóru og nýggju íløgunum fyri framman. Heimið er staðsett á Stórubrekku við 64 nýggjum røktarheimsplássum og 16 atknýttum røktaríbúðum. Settar eru av 6 mió. kr til prosjektering. Aftan á verður farið í gongd við at byggja. 

Skjøtil verður komandi ár settur á Stórhøllina við 10 mió. kr, ið kemur at hýsa innandura ítróttargreinunum, umframt alskyns tiltøk av fólksligum og vinnuligum slag.

Bátahylurin í Álakeri verður liðugtgjørdur. Settar eru av 18 mió. kr fyri komandi ár. Eisini Skjótibreytin verður gjørd liðug. Avsettar eru 5 mió.kr komandi ár.

Við 30 atkvøðum fyri hevur løgtingið júst nú samtykt við 3. viðgerð at veita fíggjarligan stuðul á í mesta lagi 110 mió. kr. til innkomuvegin. Kommunan setur av 10 mió. kr komandi ár og góðar 40 mió. kr árliga næstu fýra árini.

Til fríðkan av kommununi eru í íløguætlanini komandi ár settar av íalt 28 mió.kr. Týðandi partar av miðbýarætlanini eru 10 mió.kr av hesi upphædd. Til fríðkan av bygdum eru settar av 2 mió.kr og 5 mió.kr til fríðkan av býnum. Lendisgøtur 4 mió. kr. Spælipláss í miðbýnum 5 mió. kr og vetrarfriðing í Kollafirði og Nólsoy 1 mió. kr.

Í Kaldbak verður sett hol á fyrireikandi arbeiðið at byggja fimleikahøll og borgarahús. Settar verða 5 mió.  kr av á íløguætlanini komandi ár.

Tørvur er á nýggjum vatnreinsiverki í Havnardali, og byrjað verður tí at fyrireika hetta við at seta 1 mió. kr av á íløguætlanini.

Til nýggja skiljihøll á Brennistøðini - so tað verður høgligari hjá vinnuni at sleppa av við og at skilja og endurnýta burturkastið - eru avsettar 7 mió. kr.

Settar verða 7 mió. kr av í eykajáttan til nýggju vælumtóktu langbrúnna í Vágsbotni.

---

Hjá Tórshavnar havn eru samlaðu íløgurnar 24 mió. kr, herav størsti parturin er til at byggja nýggjan terminal á nýggja havnaranlegginum.

---

Tórshavnar kommuna stuðlar grønari umlegging og leggur tí stóran dent á grøna orku og umhvørvið annars, og vit stuðla tiltøkum fyri fólkaheilsu og grønari menning. Til orkupolitikk og umhvørvið eru tí settar av 8 mió. kr.

Vit vóna og ætla, at valskeiðið verður merkt av góðum samstarvshuga og vilja til saman at røkka úrslitum, til gagns fyri borgarar í allari kommununi. At tað skal verða fremjandi fyri liviumstøður og møguleikar hjá verandi og komandi ættarliðum av borgarum.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo