Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

soleiðis leggur kroppurin seg niður á jarðarskorpuna
sum jarðarskorpan ber kroppar sínar

Hetta brotið úr savninum Djúpini eftir Vónbjørt Vang, sum Forlagið Eksil gevur út, er um tilverunar og náttúrunar vøkru og lívsjáttandi ringrás.

Djúpini er eitt savn av prosalyriskum tekstum og yrkingum, sum tematiskt snúgva seg um at vera tætt at menniskjum, sum eru komin uppí ellisárini ella skulu doyggja.

Savnið er í nógvum fláum. Ein flá í savninum er um tey støð og tey menniskju, ið mynda okkum.

Ein onnur er um at sansa og skilja okkum sjálvi, meðan okkurt doyr og forgongur. At vera nærverandi, meðan vit hyggja at tí.

Sum yrkjarin skrivar: “eg leggi hond mína á høvur títt/ júst sum tú legði hendur tínar í lív mítt/ soleiðis sum hendur hava ligið á hondum/ soleiðis leggja vit hendur sum aðrar hendur hava lagt."

Hóast dapra evni insistera yrkingarnar uppá, at deyði og forfall eisini rúma ljós og vakurleika. Á hendan hátt skrivar Vónbjørt seg nærri at deyðanum, forfallinum, men eisini gróðrinum, sólini og degnum.

Ein dagur nærri deyðanum - ein dagur í lívinum
Savnið fevnir um eitt samdøgur, frá tí sólin rísur til hon setur.

Yrkingarnar eru býttar sundur í sjey partar.

Hvør partur byrjar við einum prosalyriskum, náttúrusansandi broti, har yrkjarin heilsar sólini, havinum, manntóma landslagnum, urtagarðinum og húsinum, alt eftir hvar á degnum vit eru stødd.

Hvør partur snýr seg um tað sama: at vera tætt at menniskjum, sum eldast ella skulu doyggja, men snýr seg samstundis eisini um náttúruna, um málið, um ljósið, um myrkrið og um mynstrini, ið hóast alt til tíðir kann tykjast fløkjasligt, finnast alla staðir.

Yrkjarin heilsar eisini sínum egna savnið Millumlendingar frá 2011, har yrkingin, ið byrjar við "alt flytur seg" er ein millumtekstur, haðani træðrir verða drignar fram til hetta næsta savn.

Bókin verður løgd fram á G!festivalinum í Syðrugøtu 15. juli. 2017 Kl. 14.

Vónbjørt Vang er rithøvundur, cand.mag, bókavørður og forkvinna í Rithøvundafelag Føroya. Hon hevur skrivað stuttsøgur og yrkingar í tíðarritum og søvnum, og debuteraði í 2011 við yrkingasavninum Millumlendingar.

Djúpini
Vónbjørt Vang
Uppseting, kápumynd og listaverk: Lena Nicolajsen
84 síður,
ISBN 978-99918-850-0-1
Forlagið Eksil, 2017

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo