40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyar og Uganda í seinasta umfari í dag. Fremst John Rødgaard, Rógvi Egilstoft, Høgni Egilstoft Nielsen og Helgi Dam Ziska

Føroyar og Uganda í seinasta umfari í dag. Fremst John Rødgaard, Rógvi Egilstoft, Høgni Egilstoft Nielsen og Helgi Dam Ziska

Føroyar og Uganda í seinasta umfari í dag. Fremst John Rødgaard, Rógvi Egilstoft, Høgni Egilstoft Nielsen og Helgi Dam Ziska

Talvsambandið: Føroyar taptu 3-1 fyri Uganda í ellinta og seinasta umfari á talvolympiaduni í India í dag.

Føroysku telvararnir høvdu hægri styrkital á øllum fýra borðum móti Uganda, men ongum eydnaðist at vinna. 

Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen telvaðu javnt á ovaru borðunum, men á niðaru borðunum taptu Rógvi Egilstoft og John Rødgaard. 

Ósigurin ber í sær, at Føroyar enda nummar 108 av teimum 188 liðunum í almennu kappingini. Vit vóru styrkismettir nummar 60.

Føroyar vunnu fýra dystir, taptu fimm og spældu tveir javnar. Vit fingu tíggju dystarstig í alt. 

Vit møttu bara trimum liðum, sum vóru styrkismett ovari enn vit. Fýra ferðir møttu vit liðum, styrkismett niðari enn vit, uttan at vinna.

Allir á føroyska liðnum ganga aftur í rating. Luitjen Akselsson Apol missir 110 stig, John Rødgaard 43, Høgni Egilstoft Nielsen 20, Rógvi Egilstoft 10 og Helgi Dam Ziska missir 6 ratingstig.

Einstøku úrslitini hjá føroysku telvarunum vóru hesi:

1. Helgi Dam Ziska 7/10

2. Høgni Egilstoft Nielsen 4½/10

3. Rógvi Egilstoft 5½/9

4. John Rødgaard 3½/9

5. Luitjen Akselsson Apol 1/6

##med2##

Usbekistan vann
Tað er einki minni enn ein sensasjón, at Usbekistan hevur vunnið talvolympiaduna. 

Teir vóru styrkismettir nummar 14, men hava tikið øll á bóli. Teir eru ósigraðir í kappingini. Móti báðum indisku liðunum og USA var javnleikur 2-2, hinar dystirnar vunnu teir allar - m.a. 4-0 á Føroyum í øðrum umfari.

Venjari og úttøkumaður hjá usbekiska landsliðnum er Ivan Sokolov, sum fleiri ferðir var í Føroyum í 90-árunum.

Møguleikin fyri einum nýggjum OL-gullvinnara var til staðar, nú tveir av størstu favorittunum, Russland og Kina, ikki vóru við í India. Altjóða talvsambandið FIDE hevur boykottað Russland vegna kríggið í Ukraina,  Kina, sum vann OL seinast, tykist hava givið avboð í samhuga við Russlandi.

Ein onnur sólskinsøga er framúrskarandi úrslitið hjá Moldova, sum endaði nummar seks. Teir vóru styrkismettir numar 48. Bara ein stórmeistari er á liðnum - Vladimir Hamitevici, sum hevur telvað á 1. borði hjá Klaksvíkar Talvfelag í føroysku landskappingini. Hann var sigursharri í flotta sigrinum á Onglandi í dag, tá hann feldi Luke McShane á 2. borði.

Vánaliga úrslitið hjá Norra man koma mongum dátt við. Teir vóru styrkismettir nummar trý, høvdu heimsmeistaran Magnus Carlsen á 1. borði, men endaðu nummar 59. Carlsen var ikki við í síðsta dystinum í dag. 

Úrslit og endaliga støðan:
Usbekistan-Holland 2½-1½
India-USA 2-2
Armenia-Spania 2½-1½
India B.-Týskland 3-1
Ongland-Moldova 1½-2½

1. Usbekistan 19 (gull)
2. Armenia 19 (silvur)
3. India 2 18 (bronsa)
4. India A 17
5. USA 17
6. Moldova 17

37. Svøríki
40. Ísland
45. Danmark
59. Norra
61. Finnland
108. Føroyar

188 lið í alt.

Ukraina vann kappingina hjá kvinnunum.

Talvolympiada verður aftur um tvey ár. Ungarn skipar fyri, og Budapest verður vertsbýur í september 2024.

##med3##
Ivan Sokolov, ið sæst standandi á gólvinum, leiddi Usbekistan til mest óvæntaða OL-sigurin í talvi nakrantíð. Sokolov virkaði eitt skifti í 90-unum sum venjari hjá Havnar Telvingarfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo