Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað er lang tíð liðin síðani VP tók burtur møguleikan at gera viðmerkingar undir greinunum. Frá at skula velja møguleikan "frá" skal redaktørurin nú velja møguleikan "til" um til dømis ein, ið hevur skrivað eitt lesarabræv, fegin vil hava viðmerkingar undir. Sum høvuðsregla eru eisini allar journalistiskar greinar á VP uttan møguleikan at gera viðmerkingar. Sjálvandi eru undantøk, um til dømis eitt mál hevur serligan almennan áhuga og nógvar ymsar meiningar eru. Men í høvuðsheitunum ber ikki til at gera viðmkerkingar.

Men hví er tað so?

Jú, tí at um møguleikin skal standa opin, so er tað skyldan hjá redaktiónini at fylgja við í teimum viðmerkingum, sum verða gjørdar, og solda tað frá, sum ikki er borðbart. Og tá møguleikin er opin allan sólarringin, er tann uppgávan í veruleikanum ikki so lítil. Og, loyva vit okkum at pástanda, verður ikki altíð røkt til fulnar hjá teimum miðlum, har sum møguleikin er opin.

Ført hevur verið fram í seinastuni. eftir at Annika Olsen, løgtingskvinna, gav til kennar sínar tankar um málið, at tað er beinleiðis ringt fyri demokratiið, at netmiðlar nú  fara at lata aftur fyri viðmerkingunum. Talu- og skrivifrælsið skal vera hótt.

Men tað er møsn.

Gamaní kann tað vera áhugavert at lesa, tá onkur kemur við einum veruligum íkasti, men tíverri er tað alt ov ofta so, sum løgtingskvinnan eisini vísir á, at ov nógv "órudd" er. Tað er spell, men ein veruleiki sum ikki bara kann síggjast burtur frá.

Man ikki júst hetta vera ein av orsøkunum til, at seriøsir miðlar í stóran mun avmarka møguleikan við viðmerkingum? Og at flest allir Public Service miðlar, harundir eisini okkara egna KvF, als ikki hevur møguleikan?

Teir geva, eins og vit á VP, brúkaranum møguleikan at deila eina grein ella ein tekst á egnum vanga, og har gera tær viðmerkingarnar, ein hevur hug til. Gamaní, tað hevur kanska ikki somu slagkraft, men tá føroyingar, soleiðis í miðal, munnu hava væl størri vinarskarða á eitt nú facebook enn fólk í so nógvum øðrum londum, so er tað kortini ein nóg góður møguleiki.

Og onki stendur okkara vælferð fyri nøkrum hóttafallið av tí.

Tað meinar VP.

Les eisini: Kjak um okkara kjakmentan

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo