Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Jaspur Langgaard tingmaður fyri Sambandsflokkin hevur spurt løgmann fleiri spurningar um møguleikarnar at revsa tey sum gera seg kynsliga inn á børn - sonevdar pedofilar - harðari. Eitt nú vildi tingmaðurin hava at vita, um vit ikki eiga at kunngerða nøvn á fólki sum eru dømd fyri hesi brotsverk og taka passið frá teimum.

Løgmaður vísti millum annað í svari sínum í tinginum í dag á, at føroysku revsingarnar fyri pedofili líkjast teimum í Danmark, men eru heldur linari enn tær í Noregi og heldur harðari enn tær í Svøríki. Og løgmaður vísti á, at revsikarmarnir fyri pedofili, sum vórðu dagførdir í 2017, longu eru ímillum teir strangastu sum í heila tikið eru í revsilógini.

At gera seg inn á børn kynsliga er andstyggiligt. Men her eru vit í Føroyum tíbetur komin langt tey seinastu árini við upplýsing og tilboðum um hjálp, bæði til offur og skemmara.

Føroyar eru eisini eitt lítið samfelag. Og tann sosiali dómurin man mangan tykjast tyngri at bera hjá tí ákærda og dømda enn tann, sum dómarin finnur í sínum bókum.

Lat okkum ikki gloyma, at aftanfyri hvønn skemmara eisini er eitt menniskja. Við tí sum nú einaferð er í bagasjuni.

Vit liva í einum rættarsamfelag. Og her skal ongin setast í gapistokk.

Løgregla og dómsvald taka sær av at revsa tey sum skulu revsast.

Og soleiðis er tað.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo