Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, hevur sent uppskot til hoyringar um, hvussu hann hugsar sær at stuðulin, landið letur til privatar miðlafyritøkur, kann býtast í framtíðini.

Talan er um tvær milliónir krónur, sum verða settar av á fíggjarlógini árliga, og seinastu fýra árini eru pengarnir lutaðir út soleiðis, at størstu miðlarnir, mált eftir lønarútgjaldingum, fáa mest. At kalla ongar treytir hava verið settar, hvat pengarnir kunnu brúkast til.

VP hevur áður á hesum plássi gjørt vart við sína støðu. Hevur eitt nú sett spurnartekin við, hvat skattgjaldarin fær afturfyri henda stuðulin, sum verður latin eigarunum á summum fyritøkum.

Men landsstýrismaðurin ætlar broytingar, skilst. Hann hevur sagt, at hann kundi hugsa sær eina skipan, har tað ikki er støddin á miðlinum sum avgerð, hvussu stórur stuðulin er, men heldur skal stuðul latast ymiskum verkætlanum, sum miðlarnir taka initiativið til.

Á ein hátt skilagott, og í øllum førum betri enn tað sum er, hóast tey sum standa til at missa mest sum vituligt er geva ilt av sær í hesum døgum.

Men spurningurin er, um landsstýrismaðurin ikki átti at tikið tað eitt stig longri, nú hann hevur buktina, báðar endarnar og mínsann eisini høvið.

Tí miðlalandslagið í Føroyum er eins avskeplað nú, sum tað var áðrenn nakar miðlastuðul varð útgoldin fyrstuferð, og sum tað hevur verið síðani Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya í óðum verkum vórðu smekkað saman til Kringvarp Føroya.

Í dag hava vit ein miðlamastodont, ein kultur, eitt tankasett, ein hátt at vinkla søgurnar - og tað er ikki gott fyri nakran, heldur ikki KvF sjálvt, og tey dugnaligu starvsfólkini sum starvast har, men sum ongantíð fáa nakað veruligt mótspæl.

Tá danir mitt í 80unum, stuttligt nokk við hjálp frá einum føroyskum fólkatingsmanni, fingu TV2, var tað júst fyri at fáa eitt meira fjølbroytt miðlalandslag, til gagns fyri brúkaran.

Hví er tað ikki neyðugt í Føroyum?

Hugsa stórt og slóða fyri alternativinum, Jenis.

Kanska í samstarvi við teir privatu, sum vilja vera við.

Tað meinar VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo