40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Føroyingar fingu eina ringa byrjan, tá ein roynd um aldarskiftið varð gjørd at einskilja ella privatisera fleiri almennar fyritøkur. Aljóða fíggjarkreppan gjørdi, at fólk kring allan heimin flýggjaðu frá partabrøvum, ikki minst av íslendska virðisbrævamarknaðinum, sum hevði tann føroyska undir sínum veingjabreiði.

Timingin kundi ikki verið verri.

Men fleiri føroyskar fyritøkur komu tó á marknaðin, áðrenn skaðin hendi, og íleggjarar, eisini útlendskir, tóku av og settu pengar í. Helst eggjaðir av átøkum sum Invest in the Faroes sum almennu Føroyar stóðu fyri. Men hjá teimum flestu var hetta ikki nøkur sólskinssøga. Spyr bara bretan Adrian Noskwith, sum keypti ein stóran part av Atlantic Airways, men seinni varð tvungin at selja við tapi í eini av mest margháttligu avlistingunum sum man vera gjørd av eini børsskrásettari fyritøku um okkara leiðir.

Í veruleikanum stór skomm fyri almennu Føroyar, sum løgdu sítt navn og trúvirði til.

Í hesum sambandi kann ein undrast yvir, at heimasíðan hjá Virðisbrævamarknaði Føroya enn liggur úti á netinum. Ímillum ovastu tíðindini, ein kann lesa har (á enskum, sjálvandi, so øll fáa verið við), er børsskráseting av Eik- og Føroya Banka, tíðindi um Kaupthing og at VMF hevur tikið avgerð um at gera íløgur í spælistøð á netinum, sonevnd online Casino. Virðisbrævamarknaður Føroya bleiv annars avtikin í 2014. Hevur ongin ábyrgdina av, at slíkar misvísandi almennar upplýsingar um Føroyar liggja á netinum?

Men tá tað er sagt, eigur ein at hava í huga, at tankin við at geva almenninginum og professionellum íleggjarum ein møguleika at keypa seg inn í sunt føroyskt vinnulív er góður. Og ongin orsøk er til at lata seg lamma av tí sum hendi tá.

Ein fólkabørsur har fyritøkur sum Føroya Tele, Posta, Rúsdrekkasøla Landsins, Atlantsflog, Strandfaraskip Landsins og aðrar við kundu verið skrásettar.

Ongin sigur, landið skal selja alt ella meirilutan. Men tað hevði givið føroyingum (og øðrum) ein góðan møguleika at plasera gjaldføri, sum bankarnir í dag ikki vilja hava. Og Landskassanum fleiri hundratals milliónir.

Hvat er argumentið fyri, at landið skal vera ein so virkin spælari og mangan liggja í kapping við privatar fyritøkur, sum tilfeldið er í dag?

Um sitandi samgonga ikki heldur, at tað er eitt gott hugskot, at landið fer undir eina tilgongd við einskiljing, ja so er trupult at síggja hvaðani initiativið skal koma.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo