Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Nógv mundu hugsa sítt tá pedagogarnir í gjár komu fram á torg og lótu øll vita, at teir halda tað ikki vera meira enn rætt og rímuligt, at teir fáa eina eyka viðbót fyri at fara til arbeiðis aftur. Nú tíðirnar eru, sum tær eru, væl at merkja, og teir seta seg sjálvan í stóran vanda, tá teir fara til arbeiðis. Eina vandaviðbót, hava teir gjørt seg fortjentar til, meintu teir.

 

Hvat við læknum, sjúkrasystrum og øðrum heilsustarvsfólki? Okkum vitandi er onki slíkt ynski, tíansheldur krav komið hagani. Og hvat við kassadámuni, sum oftani verður tikin fram sum tann absolutti botnurin tá tað kemur til lønir? Hon (ella hann) ger eitt ómetaliga týdningarmikið arbeiði í hesum døgum uttan nakað krav um eyka gjald.

 

Hetta er tíðin, har vit sum samfelag royna at "samla stumparnar" og reisa okkum spakuliga aftur. Og uttan at nakar roynir at lukrera uppá syndarligu støðuna, vit eru komin í. Dømievni og løtusansur eru neyðugir førleikar hjá teimum, sum skulu standa á odda - eisini fakfelagsleiðslum.

 

Tíbetur hava fleiri pedagogar gjørt vart við seg og sagt, at teir ikki taka undir við kravinum og ikki hugsa í somu banum um hetta málið sum teirra nevnd og formaður. Og sjálvandi skal tað vera pláss fyri at tosa seg til rættis innanhýsis, so starvsfólk, sum eru serliga útsett vegna aldur ella av øðrum ávum, ikki nýtast at taka tað tyngstu byrðuna.

 

Men hatta var eitt illa umhugsað og betur ógjørt átak hjá Pedagogfelagnum.

 

Tað heldur VP.

 

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo