40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í dag sigur amerikanski sendiharrin í Danmark, Carla Sands, við danska miðilin Ingeniøren at føroyingar eru "óvinarligir" tí teir arbeiða saman við kinesiska televeitaranum Huawei. Hon mælir heldur til eina amerikanska (ella europeiska) loysn, tí vandarnir fyri njósning og sneyting eru heilt einfalt ov stórir, tá kinesarar eru inni í myndini.

Áður hevur stjórnin hjá Donald Trump, forseta, eisini verið eftir øðrum londum og latið tey vitað, at tað er alt annað enn heppi um tey samstarva við kinesiska stórveitaranum av teletøkni. Og vit kunnu bara staðfesta, at í Danmark hava telefeløgini slitið samstarvið við Huawei um útbygging av 5G netinum og valt aðrar loysnir. Av handilsligum orsøkum, væl at merkja. Sigst.

Men heilt erligt. Fyribils hava vit bara, gjøgnum Edward Snowden og Wikileaks, prógv fyri, at amerikanarar gjøgnum NSA og CIA hava skaffað sær atgongd til teldur, teldlar og snildfonir og soleiðis sneytað hjá vanligum fólkum. 

At kinesarar møguliga gera tað sama, tja, tað kann gott vera.

Men munnu teir tá fara at seta ljóskastaran á lítlu Føroyar?

Neyvan!

Sjálvandi er tað eisini ein partur av øllum, at Kina er eitt land sum á mangar mátar ikki hevur somu virðir og áskoðanir á fólkaræði og talufrælsi sum vit í vesturheiminum. Og sjálvandi skulu føroyingar ikki lata seg lumpa á nakran hátt. Men tað álit eiga vit at hava á professionellu vinnulívsfólkunum, sum umboða okkum, at tað duga tey.

Hetta er handilspolitikkur og ikki trygdarpolitikkur.

Og tí skulu vit fyrst og fremst taka atlit til egnan tørv.

Viðvhørt er tað ein fyrimunur at vera ein lítil finna í tí stóra talvinum.

Og so er at brúka fyrimunin.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo