Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Longri frá líður, fleiri gerast røddirnar sum halda, at vit noyðast at finna aftur á slóðina, áðrenn vit missa hana burtur. Og tað er ikki so løgi. Tí longri tíð gongur, størri verða frustratiónirnar. Hjá teimum, sum skulu hava fíggjarligar endar at røkka saman, eins og hjá teimum, sum gjalda ein persónligan prís, eitt nú tí tey ikki kunnu vera saman við sínum kæru.

Tey ráðandi mugu ikki gloyma, at medaljan hevur tvær síður. Heilsuverkið er á ongan hátt overvað av korona, tað sum annars í byrjanini varð sagt at vera størsti vandin, og sjálvt barometrið fyri, um átøkini vóru success ella fiasko.

Sjálvandi er tað gott, at so fá hava verið sjúk og ongin álvarsliga. Men alt hevur sín prís. Til dømis vísa kanningar í øðrum londum, at tað er beinleiðis samband ímillum, hvussu stórt arbeiðsloysi er, og hvussu nógv fólk doyggja fyri egnari hond.

Tað er neyvan nakað stuttligt at sita í Tinganesi í hesum døgum, tí tað verður ringt at gera øllum til vildar.

Men í øllum tí ókenda vita vit í øllum førum eitt.

Hvar vit vóru áðrenn kreppuna, og hvar vit noyðast at finna aftur.

So skjótt sum forsvarliga gjørligt.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo