40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

- Meiningarkanningin um átrúnað, sum vísti stóran mun millum miðstaðarøkið øðrumegin og Eysturoy og Norðoyggjar hinumegin, hevði helst víst tað sama, um fólk vórðu spurd um Kringvarpið.

M.a. hetta segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna undir orðaskiftinum í tinginum í dag um Kringvarpið, sum Kringvarpið endurgevur mentaráðkvinnuna fyri at siga.

Men tað var ikki bara mentaráðkvinnan sum hevði eina hvassa viðmerking til Kringvarpið í dag undir orðaskiftinum. Andstøðupolitikarar fóru so langt sum at siga, at teir umhugsa at leggja uppskot fyri tingið um at privatisera Kringvarpið.

Tí spyr VP, hvat eigarin av Kringvarpinum, lurtarin og hyggjarin, siga um KVF.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo