Telegram-kanalin Grey Zone, sum er knýtt at Wagner, sigur at flogfarið sum Jevgenij Prigozjin var við, varð skotið niður av russisku loftverjuni.
Wagner-herurin vísir til Vladimir Rogov, russisktsetti leiðarin í Zaporizjzja-økinum, sum skrivar um tað á Telegram.
Leiðarin Jevgenij Prigozjin og stovnarin Dmitrij Utkin av russiska Wagner doyðu báðir í flogvanlukkuni. Tað váttar Wagner á Telegram.
Flogfarið datt niður í Tver norðan fyri Moskva í kvøld. Tilsamans sjey ferðafólk vóru við flogfarinum og manningin taldi tríggjar persónar.
Russiskir loftferðslumyndugleikar upplýsa at Prigozjin stóð á ferðafólkalistanum.
Tíðindastovurnar AFP og DPA skriva eisini at Prigozjin er eitt av offrunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo