Á facebook skrivar Paul Watson, at tað er ivasamt um tey náa at koma til Havnar áðrenn grindin verður hildin til, men at fólk á staðnum eru til reiðar og senda teimum umborð upplýsingar.
Paul Watson skrivar, at hann verður eltur av einum skipið, helst er tað Tjaldrið.
VP frættir, at grindin er komin um ella er um at koma um Glyvursnes.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo