Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein "koronastormur" fer at raka okkum, og um fáar vikur fer tann nýggi og sera illa smittandi omikron varianturin at gera so nógv um seg, at tað illa slepst undan at heilsuverkini í fleiri londum verða sett undir trýst.

Ovastin hjá heimsheilsustovninum, WHO, Hans Kluge, leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann ger greitt, at tað er av allarstórsta týdningi at øll nú standa saman.

- Tað er nógv, sum vit enn ikki vita um omikron. Men eitt vita vit, og tað er, at tað smittar nógv verri og spreiðir seg nógv skjótari enn hinir variantarnir. Tað er eisini nógv sum bendir á, at tey sum áður hava verið sjúk kunnu blíva sjúk aftur. Smittutølini tvífaldast annanhvønn dag í fleiri londum, og tað slepst ikki undan, at heilsuverkini verða rakt og sett undir trýst, so ella so, legði hann afturat.

- Øll mugu standa saman og gera tað, vit eru ment. Og tað kann eisini innibera, at taka tørførar avgerðir um tiltøk og avmarkingar. Men tað er neyðugt, skulu vit fáa bilbugt við hesum, segði Hans Kluge.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo