40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

WHO-doktarin David Nabarro ávarar um at vit framvegis eru í byrjanini av alheimsfarsóttini.

The Guardian skrivar at serfrøðingurin luttók á fundi í dag í uttanríkisnevndini í Bretlandi.

- Hetta er nógv verri enn øll science fiction um alheimsfarsóttir. Hetta er sera álvarsamt, og vit eru ikki enn komin hálva leið. Vit eru framvegis í byrjanini, segði Nabarro undir fundinum sambært norska Dagbladet.

- Vit byrja nú at síggja hvønn skaða hetta hevur gjørt í heiminum, men tað verður verri tá ið vit fara inn í serligu fasuna í Europa, tá ið alt kemur aftur, segði hann.

Serfrøðingurin umtalaði núverandi støðu sum bæði «ræðuliga», «groteska» og «snópisliga», sambært bretsku avísini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo