40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Vit geva korona ein fyrimun afturat, segði ein tárandi Tedros Adhanom Ghebreyesus, og tosaði í sama viðfangi um sundurlyndi og manglandi evni at standa saman um at basa sjúkuni, á tíðindafundi fyrr í vikuni.

Amerikanski miðilin The Hill skrivar, at ovastin fyri heimsheilsustovninum uttan iva sipar til ætlanirnar hjá USA at taka seg burturúr WHO.

- Hví er tað so trupult hjá okkum menniskjum at standa saman og niðurberja henda felags fíggindan, sum drepur sum best ber til? Er tað ikki gjørligt hjá okkum at skilja, at hetta rakar okkum øll? At okkara ringu evni at standa saman, gevur virusinum enn ein fyrimun, spurdi Tedros Adhanom Ghebreyesus.

12 milliónir eru nú smittað í heiminum, fleiri enn 550.000 eru deyð og USA er harðast rakta landið við fleiri enn 130.000 deyðum við koron.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er misnøgdur við handfaringina hjá WHO av alheims farsóttini, og hann vil tí hava USA úr WHO.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo