Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Dagurin í dag er altjóða dagur havsins har sjóneyka verður sett á tryggjan av lívfrøðiliga margfeldinum og einum ódálkaðum og reinum havi. Áður varð ofta tikið til, at hjallurin er á sjónum, ella har matkovin er at finna, og at hesin sjálvsagt skuldi haldast í góðum og besta standi.

Uttan eitt reint og livandi hav verður sera trupult at lívbjarga sær á kørgum klettum í miðjan norður Atlantshavið har trupult er at hava stórvegis av landbúnaði, og vil havsins tilfeingið tí hava avgjørdan týdning fyri at fólk kunnu búleikast á slíkum stað.

Fyri øld síðan ýddi av lívi í havinum kring Føroyar og á øllum firðum og sundum. Men ídnaðarkollvelting við framkomnum skipum og fiskiútbúnaði har fiskað varð á botnlendi, við ovurstórum gørnum og trolum, tók burðarstøðið undan fiskastovnum og har úrslitið bleiv fiskaloysi. Veðurlag, havstreymar og hitastig hava árin á ymisu fiskasløg og stovnar, ið tíðum flyta til onnur havøki javnt sum føðin broytist.

Farnu 40 – 50 árini er tó íkomin ein støðug niðurgongd í fiskasløg og stovnar javnt sum ein størri dálking og meira og minni ránsveiða eisini hevur víst seg. Altjóða havumhvørvislóggáva er sett í verk og heimlig lóggáva er eisini samtykt til tryggjan móti dálking. Og tó broytist støðan javn skeiva vegin, sum vit síggja farnu árini, har nøgdin av fiski minkar javnt sum standurin á fiski og øðrum livandi í høvunum eisini versnar.

Havsins heilsa versnar
Heilsa havsins vísir seg nú á døgum at verða versnað álvarsamt. Og fleiri orsøkir vísa seg at geva vánaligu heilsuna. Eitt er árin frá veðurlagsbroytingini har sjógvurin súrgar vegna stóru nøgdina av koltvísúrni, annað at hitin økist, og trið at Atlants Golfstreymurin viknar í styrki. Við meira súrgaðum sjógvi stendst neiligt árin á korallir og verur har kálk er av tídningi. Og versna umstøðurnar í koralrivum og hjá plantuplankton, har verur niðast í føðiketuni hava sítt støðið, sæst hetta aftur longur uppi í føðiketuni. Við hægri hita økist og broytist tilverugrundarlagið hjá djóraplankton og ætu, ið aftur hevur árin við sær á smáfisk, skeljadjór o.a., ið aftur gevur aðar og verri umstøður hægri í føðiketuni.

Annnað álvarsamt neiligt árin á alt livandi í høvunum er dálking frá ídnaði á landi, landbúnaði og einamest alivinnu. Útlát av eitrandi evnum t.d. tungmetallum sum kyksilvur, cadmium, blýggj og kopar, afturtat eina langa røð av kemiskum evnum, lívrunnum sum ólívrunnum, ið alt eitrar og broytir liviumstøðurnar hjá fiski, súðdjórum og skeljadjórum og vøksturi sum so, vil sum frá líður niðurlaga liviumstøður og í ringasta førinum oyða fiskasløg og súðdjór.

Alingin niðurlagar fiskastovnar
Dálking frá ídnaði á landi og frá landbúnaði kann fáast í rættlag og fyribyrgjast, meðan alivinnan enn ger hvat henni lystir við stórum útlátum av vandamiklum kemiskum evnum. Alt frá lúsabasingarevnum, kopari til impregnering av alinótum, heiluvágsnýtslu móti fiskasjúkum og sera vandmiklari eitran við antibiotika. Afturat eru kloakkfrárensl, ovurstórar skarnnøgdir, beinleiðis út í firðir og sund, ið køva alt livandi á botni og sedimentum á firðunum. Við ovurstórum nøgdum av føðsluevnum frá skarni og fóðurleivdum stendst ein ovurtæðing, ið hevur við sær alguvøkstur, ið gerst eitrandi og m.a. hevur við sær at skeljadjór sum kraklingur og øa verða vandamiklar at eta.

Neiligt árin stendst á plantuvøkstur og liviumstøður hjá ynguli og smáfiski, ið aftur sæst í minkandi nøgd av fiski kring oyggjarnar. Tá eingin føði er í sjónum sæst slánur inni við bryggjukantar og, sum kunnað er fyri stuttum, at seiður og upsi legst at alinótum fyri at finna føði.

Okkara fiskimálaráharri, Jacob Vestergaard, segði við Dimmalætting í vikuskiftinum, at ”alivinnan koyrir undir radaranum”... altso toyggjar sær í loynd og uttan at nakar myndugleiki veit hvat gongur fyri seg. Upsafiskiskapurin er fánaður niður í púrt einki, frá eini 63.000 tonsum í 2005 og til góð 20.000 tons í 2020, og hetta javnt sum alivinnan sama tíðarskeið er farin frá umleið 10.000 tonsum og upp í næstan 80.000 tons.

At greitt samband er millum hesa gongd í upsaveiðu og alivinnu er ikki at fara skeivur í, tí tað sæst allar staðir á firðum okkara, at lívfrøðiliga margfeldni er drasslað niður og at firðirnar mestan kunnu sigast at vera steindeyðir.

Havumhvørvislóggáva
Løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum hevur í § 1. sum endamál ”at verja náttúru og umhvørvi, at varðveita livikor menniskjanna, vistskipanir og djóra- og plantulív, so at samfelagið kann verða ment á einum burðardyggum grundarlagi.”

Víðari er endamálið við lógini ”at varðveita eitt reint og ríkt hav og at fyribyrgja og avmarka dáking av havi, strond, og luft og aðra ávirkan á náttúru og umhvørvið frá virksemi, ið kann: 1) seta heilsu menniskjanna í vanda, 2) hótta vistskipanir og livandi tilfeingi í havinum, 3) vera til bága fyri lógliga gagnnýtslu av havinum og tifeingi tess, 4) skaða náttúru- og mentanarvirði á og í havinum, fram við strendur og á havbotninum ella 5) skerja rekreativ virði.”

Í fyrisiting av lógini skal dentur verða lagdur á eina vistskipanarliga tilgongd, varsemi mótvegis náttúru og umhvørvið og nýtslu av best tøku tøkni, sum skrivað er í § 3 í lógini.

Her kann so sigast at landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, ger sum alivinnan og heldur seg væl undir radaranum so eingin skal síggja hvat hann tekst við í loyndum.

Best tøka tøknin er tøk og virkar til fullnar, men tænir ikki ynskinum hjá alivinnuni um skótan og lættan profitt. Spyrjast kann so um tað er profitmaksimering og peningaynski hjá alivinnuni, sum skal seta dagsskránna hjá landsstýrsimanninum, ella um vit hava eina lóggávu at halda okkum til?

Havumhvørvislógin hevur m.a. greiðan boðskap í § 12. stk.2. um kloakkútlát, at landsstýrismaðurin kann seta forboð fyri burturbeining av kloakkspillvatni (og ikki minni kloakkskarni) á ávísum økjum, sum t.d. á firðum, vágum og í havinum.

Her kann aftur vísast til, at Helgi Abrahamsen heldur seg undir radaranum, og fjalir seg sum huldumaður so eingin skal síggja ella uppdaga tær ovurstóru nøgdir av skarni og kloakjkspillvatni hann loyvir beinleiðis út í okkara firðir, vágir og sund.....sjálvt um besta tøka tøknin er tøk at fyribyrgja slíkum.

Vilji at kanna álvarsmálið
Sum skilst er meira mergur í landsstýrismanninumi fiskivinnumálu, Jacob Vestergaard, enn tað er í landsstýrismanninum, Helga Abrahamsen, í umhvørvis- og vinnumálum. Jacob Vestergaard sigur við Dimmalætting seg taka samanfallið millum upsaveiðu og alivinnu í álvara, og at politiskur vilji er at raðfesta játtan til Havstovuna at fáa gjørt neyðugu kanningar at fáa lýst hetta álvarsmál.

Ein vón er enn.... at Jacob Vestergaard hevur eitt vakið eyga við løgmanni, Bárður á Steig Nielsen, at hesin ikki sleppur at flúgva undir radaranum við sínum háfloygda ”burðardygga vakstrarforum” har okkurt bendir á, at alivinnan skal út á opið hav, eystur úr Nólsoy, við alivinnuni. Steinur omaná byrðu.... har firðirnir fyrst eru lagdir í oyði fyri síðan at jolla sær á opnum havi og forkoma tí hjallurin hevur givið av heilsugóðari føði í øldir.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo