Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Farna fríggjadag og leygardag vóru B36-húsið, FSF-húsið og Tórsvøllur karmur um ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Hetta er fjórða árið, at ráðstevnan verður hildin.

Og aftur í ár gjørdist talan um eina væleydnaða ráðstevnu, við metnógvum luttakarum. Tilsamans vóru umleið 100 venjarar, umboðandi øll feløgini í Føroyum, á ráðstevnuni, og sum heild vóru tey sera væl nøgd.

– Veðrið argaði eitt sindur, men tað var kortini ikki nakað sum darvaði venjingunum tá vit vóru á vøllinum. Undirvísararnir vóru eisini sera áhugaverdir, og teir dugdu væl at greiða frá og vísa. Og eins og undanfarin ár, so eydnaðist hendan ráðstevnan sera væl, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

Umframt Jógvan Martin Olsen, Pætur Smith Clementsen, Christinu Ravnsfjall og Eli Hentze, hevði ráðstevnan eisini útlendska vitjan, ið borðreiddu við fyrilestrum og venjingum. Úr Lyngby BK vitjaði talentstjórin í ungdómsakademinum, Nicas Kjeldsen, og úr KB, ið er partur av FC Keypmannahavn, var Thomas Lollike Christensen, ið starvast sum leiðari av barnafótbóltinum í felagnum.

Harafturat hevði nýggi A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson eisini ein fyrilestur undir heitinum “Vejen til U21 EM-guld 2015”. Tað var nevniliga Håkn Ericson, ið stóð á odda fyri svenska U21-landsliðnum, sum fyri fimm árum síðani vann Europameistaraheitið.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo