Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Skráseting Føroya: Øll feløg skrásett hjá Skráseting Føroya, sum hava álmanakkaárið sum roknskaparár, skulu lata ársfrásøgn inn til Skráseting Føroya í seinasta lagi 30. juni, sum er 6 mánaðir eftir at roknskaparárið er endað. Tað sigur ársroknskaparlógin.

Tann 1. september manglaðu framvegis 231 feløg at lata inn fyri 2022. Øll hesi feløg, umframt allir leiðslulimir, fingu tíðliga í juli ein rykkjara eftir ársfrásøgnini, har teir eisini fingu boð um, at felagið verður sent í skiftirættin til tvingsilsavtøku um ársfrásøgnin ikki var latin inn innan 4 vikur.

Henda freist er farin, og Skráseting Føroya fer í ár at senda tey feløg, sum enn ikki hava latið ársfrásøgn fyri 2022 inn í skiftirættin til tvingsilsavtøku tann 15. september 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo