Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tann 1. apríl hevur Róðrarfelagið Knørrur einki neyst til bátar sínar. Felagið hevur leigað í Evensens pakkhúsi, men Løgmansskrivstovan vil hava felagið út, tí hon vil goyma trætilfar har inni. Tilfarið kann vera allastaðni, Róðrarfelagið Knørrur kann bara vera við sjógvin.

Undir heitinum "Steðgið vanvirðiligu viðferðini av Róðrarfelagnum Knørri" skipa knørrastuðlar nú fyri undirskriftarinnsamling fyri at hjálpa felagnum og heita á løgmann um at vera við til at loysa málið, so at Róðrarfelagið Knørrur kann verða verandi í Evensens.

Løgmaður er móttakari, av tí at hann er verji hjá føroyskum ítrótti.

Yvir 600 fólk hava higartil skrivað undir áheitanina, og alsamt fleiri leggjast afturat.

Tú kanst eisini stuðla áheitanini á løgmann við at gera sum hini og seta títt navn á undirskriftarinnsamlingina

Innsamlingin fer fram á heimasíðuni skrivunder.net og heldur áfram til týsdagin, 22. februar, á midnátt.

FAR TIL UNDIRSKRIFTARINNSAMLING

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo