Sambært hesum yvirlitinum yvir kynsbýti í stjórnarráðnum, tá ið tað kemur til nevndarlimir í teimum ymisku nevndunum undir stjórnarráðunum, so er misjavnt hvussu nógv er av monnum og kvinnum í teimum ymisku nevndunum undir stjórnarráðunum.
Til dømis sæst í yvirlitinum, at í Fiskimálaráðnum eru 24 nevndarlimir, av teimum eru 19 menn, 79,2 prosent, og 5 kvinnur, 20,8 prosent.
Yvirlitið vísir eisini, at í Løgmansskrivstovuni eru 32 nevndarlimir, av teimum eru 20 menn, 62,5 prosent, og 12 kvinnur, 37,5 prosent.
Tølini síggja nakað betri út í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, sum hevur 186 nevndarlimir í ymisku nevndunum, av teimum 107 menn, 57,5 prosent, og 79 kvinnur, 42,5 prosent.
(Sí yvirlit niðanfyri - trýst á myndina og hon verður størri)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo