Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Avgerðin hjá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum at fáa løgtingið at lóggeva sjálvan verkfalsrættin frá Føroya Pedagogfelag, er ein sera prinsipiell avgerð við víttfevnandi avleiðingum fyri allar komandi samráðingar, bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Tí er hetta eitt beinleiðis álop á øll fakfeløg.

Við avgerðini hjá Helga Abrahamsen er hetta ikki longur ein ósemja millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið, men ein ósemja við øll fakfeløg.  

Vit heita á landsstýrið um beinanvegin at taka uppskotið aftur, og heldur brúka tær fyriskipanir, ið longu eru í sambandi við sáttmálaósemjur.

Undirritaðu fakfeløg kunnu á ongan hátt góðtaka hetta inntriv í verkfalsrættin.

Verður lógaruppskotið hjá landsstýrinum ikki tikið aftur, fara undirritaðu fakfeløg undir at fyrireika stríðsstig.

Starvsfelagið                        Heilsurøktarafelag Føroya
Føroya Handverkarafelag                S & K Felagið
Flogskiparafelag Føroya                Musikklærarafelagið
Fysioterapifelag Føroya                 Ergoreapifelag Føroya
Havnar Arbeiðarafelag                Bioanalytikarafelagið
Havnar Handverkarafelag                Maskinmeistarafelagið
Kost- & føðslufelagið                Heilsuhjálparafelag Føroya
Føroya Lærarafelag                    Akademikarafelagið
Yrkisfelag Miðnám                    Farmakonomfelagið
Magistarafelagið                     Føroya Verkfrøðingafelag
Føroysk Miðlafólk                    Ljósmøðrafelag Føroya
Føroya Pedagogfelag                Byggifrøðingafelagið
Prestafelag Føroya                    Samtak
Føroya Arbeiðarafelag                YTF
Føroya Fiskimannafelag                Havnar Arbeiðskvinnufelag    
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag            Landsfelag Handverkaranna         
Føroya Tekniska Lærarafelag            Búskapar- og Løgfrøðingarfelag Føroya
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag             Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo