40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ífylgi VP.FO so eru tær tjóðskaparligu og sosialistisku rørslurnar í KVF vaknaðar úr dvala.

Tá ið slíkur almennur tíðindamiðil hevur trupult at skilja ímillum heftan og óheftan tíðindaflutning, tað í sær sjálvum er sera álvarsamt.

Tað sum kann setast upp í samfelagsligum høpi er í roynd og veru ein sera einføld mynd í sær sjálvum, havandi í huga, hvørjum hevur eitt samfelag sum Føroyar tørv á.

Lívsins uppihald er sjálvsagt sera neyðugt, soleiðis at hvør einstakur persónur kann fíggja sín egna tørv, við øðrum tilknýti hjá sær sjálvum, sum viðkomandi sjálvboðin hevur tillutað sær onkursvegna.

Men ein felagsnevnari í tí Føroyska samfelagnum, sum er komin til sjóndar, kallast yvirnormalt yvirskot, so kundi spurningurin verið, er so ein annar nevnari umvent.

Hesir knokkar sum hava lisið seg til hesa niðurstøða á flatlondum, venda nøsina heim aftur á klettarnar og er ikki eitt starv tøkt, so verður tað avgreitt politiskt við at upprætta ein nýggjan tørv til henda knokk, soleiðis varðveita vit ta sosialistisku tjóðskaparrørsluna framyvir og leggja í vaði eftir yvirnormala yvirskotinum.

At enda kann niðurstøðan staðfestast, sum tað má vera gott hjá hesum knokkum at liva í tí verð: Eru vit ikki til, so eru ongar Føroyar longur.

Mangt skal man leggja oyra til.

Kristian Sofus Midjord

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo