Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hóast Nettosølan vaks við 11% so minkaði ársúrslitið við nærum eini helvt í fjør hjá uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði.

Í frágreiðingini sigur felagið, at koronasmittan hevur ávirkað marknaðin negativt, og felagið hevur eisini verið avmarkað í marknaðaratgongd í parti av árinum, og tað hevði við sær lægri søluprísir.

Nettosølan var 665 mió kr í mun til 597 mió kr í 2019.

Men framleiðslukostnaðurin vaks úr 500 upp í 584 mió kr.

Tí minkaði bruttovinningurin úr 97 mió kr í 2019 niður í 81 mió kr.

Útreiðslur til starvsfólk vóru tær somu, 27 mió kr, men fíggjarligu útreiðslurnar vuksu úr 5,6 upp í 8 mió kr.

Javnin var 331,6 mió kr og eginognin 194 mió kr.

Leiðslan væntar áleið sama úrslit í ár sum í fjør.

Jóhan Páll Joensen er stjóri í Pelagos.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo