Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mynd: Rani í Dali

Vinnarar Tvíspor l flokkur f.v. Nr. 2 Barbara Chaparro (Svanna) Nr. 1 Zakarias R. Jacobseb (Ronja) og Nr. 3 Bergfríð Lassen (Spirit) Mynd: Osvald S. Johansson

Mynd: Rani í Dali

Mynd: Rani í Dali

Vinnarar Tvíspor l flokkur f.v. Nr. 2 Barbara Chaparro (Svanna) Nr. 1 Zakarias R. Jacobseb (Ronja) og Nr. 3 Bergfríð Lassen (Spirit) Mynd: Osvald S. Johansson

Ríðingarfelagið: Sjáldan um nakrantíð man tað hava verið so tætt millum rossini í Tvíspor l flokki. Einans 0,6 sek var á muni millum nummar eitt og nummar seks, tá tey kappaðust í Vágum. Men tað endaði við at Zakarias R. Jacobsen og Ronja vunnu. 

Tað kann ikki hava verið nøkur løtt uppgáva hjá tíðtakarunum, til hesa kappingina og hevði útgerðin ikki verið skift út fyri nøkrum árum síðani, hevði tað verið neyðugt við fleiri umryttum, men nýggja útgerðin er so neyv, at nú kemur hetta næstan ikki fyri longur. 

Tað var tó líka við, tí munurin millum Ronju hjá Zakarias R. Jacobsen og Svonnu við Barbara Chaparro á baki var einans tveir hundrandapartar av einum sekundi, tað er ikki nógv, tey brúkti ávíkavíst 18:52 og 18:54 sek um teir 250 metrarnar og munurin til nummar trý gjørdis vinnarin við Leynavatn, Spirit við Bergfríð Lassen, munurin til tey var eisini lítil, Spirit hevði tíðina 18:70. Hini rossini í l flokki vóru eisini sera tøtt og øll kundu vunnið á degnum. At tað er so tætt millum rossini boðar frá góðum. Nú verður spennandi at síggja hvat tey orka, tá tey skula renna 500 metrar á ólavsøku. 

Hinar kappingarnar vóru eisini spennandi og sum í Tvíspor l flokki vóru eisini aðrir fleiri nýggjir vinnarar. Serliga var tað skeiðkappingin ið var spennandi, heili fimm ross megnaðu at koma undir 10 sek um teir 100 metrarnar. Hetta kemur ikki ofta fyri. Endin var at unga Randarsól Heinesen úr Bø á Nøkkva vann. Tølt vann Silja G. Eystberg á Tango, Trav Birita Lútzen á Freyr, Tvíspor ung vann Ása Bárðardóttir á Silfu og Tvíspor ll flokk vaksin vann Rebecka Jørgensen á Gordon.  

Úrslitini síggjast her: Úrslit Várkappríðing

Vinnarar Tvíspor l flokkur f.v. Nr. 2 Barbara Chaparro (Svanna) Nr. 1 Zakarias R. Jacobseb (Ronja) og Nr. 3 Bergfríð Lassen (Spirit) Mynd: Osvald S. Johansson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo