Manchester United upplýsur á Twitter, at fyrsta myndin av Zlatan Ibrahimovic við United-troyggjuni er vorðin tann best umtókta á Instagram-profilinum hjá felagnum nakrantíð.
Myndin av svianum, sum heldur reyðu troyggjuni, hevur fingið yvir hálva millión likes, síðani myndin var løgd út tann 1. juli. Og tað er ikki hent áður.
Another week, another #mufc record broken by Zlatan! https://t.co/eF5sUOKBLr pic.twitter.com/c3zFjXqdk0
— Manchester United (@ManUtd) 14. juli 2016
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo