– Eg havi hoyrt hvat hann (Eric Cantona, video niðanfyri) segði, og eg gratuleri eftirsum eg altíð havi hámett hann. Men hann átti at vita, at eg gerist ikki kongur í Manchester, men gudur í Manchester, svarar Zlatan aftur til orðini hjá Cantona.
Cantona sigur í videoupptøkuni:
– Eg havi eini persónlig boð til Zlatan. Tú hevur avgjørt at fara til United, og tað er best val tú nakrantíð hevur gjørt. Men minst til; tað er bara ein kongur í Manchester. Tú kanst gerast prinsur um tú vilt, og troyggja nummar 7 (sum Cantona hevði í felagnum) er tín, um tú vilt. Tað er mín vælkomstgáva til tín. Kongurin er burturstaddur. Leingi livi prinsurin, sigur Cantona.
"There can only be one King in Manchester". Eric Cantona’s back… and he has a message for @Ibra_official https://t.co/rtG4kWJiSb
— Eurosport (@Eurosport) 9. juli 2016
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo