Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Seinasta leygardag komu vit so tætt eini ávísari álvarsamari hending, sum vit sjáldan hava verið, tá ein bilur kolaðist upp millum Leynatunnilin og Vágatunnilin.

Tí bilurin var júst komin úr Vágatunlinum, tá bilførarin varnaðist at eldur var í.

Hevði hann gjørt av at steðga bert fáar minuttir áðrenn, mitt í Vágatunnlinum, kanska tí hann av eldinum var noyddur til tað, so hevði óhappið verið munandi álvarsligari og ikki bara rakt vágafólk, men eisini øll tey sum hvønn dag skulu ferðast um flogvøllin.

Í dag er ein stórur svartur blettur á vegnum har bilurin brendi. Tað er týðuligt, at hitin hevur verið øðiligur, og asfaltið er oyðilagt. Men hitin slapp burtur og óhappið var avmarkað.

Soleiðis er ikki í einum tunli.

Teir nýggjastu, teirra millum er Vágatunnilin, eru bygdir eftir einum høgum og nútímans standardi. Men neyvan er nakar tunnil so væl bygdur, at hann er fyrireikaður uppá ein ógvusligan eld, har hitin ikki sleppur burtur, og tí oyðileggur so nógv frá sær, at tað kann taka sera langa tíð at umvæla skaðan.

Tá vit so eisini taka við, hvussu stóran samfelagsligan týdning farleiðin í júst Vágoynna hevur, so gevur tað orsøk til høvuðbrýggj. Hóast Strandferðslan uttan iva skjótt kundi útvegað ferjur, so eru rampurnar í ferjulegunum í Vestmanna og Oyrargjógv burtur.

Í eini frágreiðing sum norskir myndugleikar hava gjørt verður staðfest, at umvælingararbeiðið í ringasta føri kann taka fleiri ár, tá álvarligur eldur er í einum tunli.

Frágreiðingin tekur fram fleiri dømi sum vísa, at hóast eldurin verður sløktur eftir einum tíma, so kann umvælingararbeiðið taka upp í ein mánað, har tunnilin noyðist at verða afturlatin. Nevnd verður eisini kanska álvarsligasta hendingin um okkara leiðir, eldurin í Mont Blanc tunlinum í 1999 sum kravdi 39 mannalív og tók tveir dagar at sløkkja. Mont Blanc tunnilin millum Italia og Frankaríki var stongdur í trý ár eftir vanlukkuna.

Tað fær okkum at konkludera, at Føroyar seinasta leygardag vóru nærri eini sera álvarsligari hending, sum kanska enntá kundi enda við sannari vanlukku, enn tey flestu munnu geva sær far um.

(mynd: John Hammer)

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo