Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum skúlastjóri á Skúlanum á Trøðni, kann eg ikki lata slíka átalu móti skúlanum og teimum starvsfólkum, sum hava gjørt eitt megnar undirvísingararbeiði, standa óátalaða.

Talan er ikki um eina klagu um undirvísingina av ein næmingi við serligum tørvi.

Nei, Løgtingsins Umboðsmaður viðgerð ikki eina klagu, men heldur 13 ella 14 klagur frá foreldrum, sum er ónøgd við undirvísingina, sum dóttir teirra fekk í skúlanum.

Umboðsmaðurin vísir tó flest øllum kærunum frá sær.

Eg fái sjálvsagt ikki viðgjørt sjálvt málið, men havi bert viðmerkingar til niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum.

Áðrenn tú tekur nakra støðu í málinum, vil eg heita á teg um at lesa alla niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum.

Har sært tú, at flest allar átalurnar verða burturvístar av Umboðsmanninum, og at har Umboðsmaðurin hevur viðmerkingar, eru hesar sera linar.

Eg haldi, at skrivið týðiliga ber brá av, at tað er ein juristur sum hevur viðgjørt og skrivað.

Har verður víst til lógir, paragrafir og reglur, og Umboðsmaðurin viðgerð málið á sama hátt, sum um talan var um eitt manglandi byggiloyvi til eitt neyst ella líknandi.

Har er einki, ið vísir til at talan er um eina gentu við heilt serligum tørvi, og at tú til tíðir má hjálpa næminginum á besta hátt og kann tí koma at seta til viks onkra lítla paragraf.

Umboðsmaðurin hevur heldur ikki havt Sernám við í avgerðini.

Sernám hevur allan vegin verið óvanliga nógv inni í málinum, og Sernám er serfrøðin í undirvísingarhøpi, og átti tí sjálvsagt at verið eftirspurt, serliga tá Umboðsmaðurin er vitandi um, at Sernám hevur verið við í allari málsgongdini.

Eg eri ógvuliga harmur um niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum, sjálvt um hon er ógvuliga veik, og eg eri als ikki samdur.

Skúlin hevur gjørt, hvat hann hevur kunnað í hesi undirvísingarstøðu, og hava starvsfólkini rós uppiborið fyri teirra leiklut.

Eg vil enda við, enn einaferð, at biðja teg lesa alt skrivið frá Umboðsmanninum, áðrenn tú gert tær eina meining um málið.

Jan Christiansen, skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni

Les eisini:

Umboðsmaðurin givið Skúlanum á Trøðni eina átalu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo