Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um undirvísingina av einum næmingi í Skúlanum á Trøðni. Umboðsmaðurin gav Skúlanum á Trøðni eina átalu fyri handfaringina av skúlagongdini hjá næminginum. Umboðsmaðurin helt lýti vera við serskúlalógini og mælti tí Barna- og útbúgvingarmálaráðnum til at áseta ítøkilig rættindi og skyldur í lóggávuni hjá næmingum, sum ganga í serskúla.

Klagan snúði seg í høvuðsheitum um góðskuna av undirvísingini, hvørji fak undirvíst varð í og vantandi lærarar, tal av undirvísingartímum, tímatalvur og lærubøkur. Klagararnir gjørdu m.a. galdandi, at undirvísingin ikki tók støði í fortreytunum hjá barni teirra, at nærum ongar lærubøkur vórðu brúktar í undirvísingini, og at barn teirra ikki hevði fingið teir undirvísingartímar og undirvísing í teimum fakum, sum ásett er í fólkaskúlalógini.

Umboðsmaðurin vísti millum annað á, at hugtakið “undirvísing” sambært serskúlalógini skal fatast í víðastu merking, og at serskúlalógin gevur Skúlanum á Trøðni rættiliga víðar heimildir at meta um vavið á bókligu undirvísingini av einstaka næminginum, og hvørjum fakum einstaki næmingurin skal undirvísast í. Umboðsmaðurin helt tað tó vera atfinningarsamt, at Skúlin á Trøðni hevði frítikið barnið frá ávísum fakum, uttan at hetta var gjørt í samráð við foreldrini.

Umboðsmaðurin minti Skúlan á Trøðni á, at næmingar í Skúlanum á Trøðni hava rætt til sama tímatal, sum næmingar í fólkaskúlanum, á sama floksstigi, uttan so at ein ítøkilig meting verður gjørd um annað.

Umboðsmaðurin helt tað vera atfinningarsamt, at læriætlanirnar hjá barninum hjá klagarunum eingi ítøkilig mál høvdu um, hvat barnið skuldi læra fakligt, at tær ikki vórðu lagdar fyri klagararnir, og ikki vórðu eftirmettar minst 2 ferðir um árið við kunning til klagararnar, sum ásett í serskúlalógini.

Umboðsmaðurin helt tað eisini vera atfinningarsamt, at eingin tímatalva var fyri skúlagongdina hjá barninum í 2020/2021, og at klagararnir, hóast teir fleiri ferðir bóðu um tað, ikki fingu útflýggjað tímatalvurnar hjá barninum.

Umboðsmaðurin vísti harumframt á, at ógreitt er, hvussu ásetingin í serskúlalógini § 6, stk. 2 um at undirvíst verður eftir fólkaskúlalógini ítøkiliga skal skiljast. Umboðsmaðurin helt hetta vera eitt lýti við lógini og mælti tí Barna- og útbúgvingarmálaráðnum til, at rættindi og skyldur hjá næmingum, sum ganga í serskúla, verða ítøkiliga ásett í lóggávuni.

Samanumtikið gav umboðsmaðurin Skúlanum á Trøðni eina átalu fyri handfaringina av skúlagongdini hjá ítøkiliga barninum.

Av tí at umboðsmaðurin helt lýti vera við serskúlalógini, boðaði hann eisini Løgtinginum frá hesum.

Skrivið í navnleysum líki kann takast niður - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo