Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við ábyrgd av millum annað Kringvarpi Føroya, sær fyri sær, at enska tíðindatænastan hjá Kringvarpinum kemur aftur, tá fíggjarligu viðurskiftini eru meira greið, vónandi í næstum.

Í public service sáttmálanum, sum kringvarpið arbeiðir eftir, er ein áseting sum sigur, at "Kvf skal virka við til at framleiða upplýsandi public service-tilfar, ið vendir sær til tilflytarar, ið ikki skilja føroyskt ella skandinaviskt."

Men sáttmálin fór úr gildi við árslok í 2020 og ongin nýggjur er komin í staðin.

- Men hann er klárur, og ætlanin er, at hann skal til aðalorðaskifti í Løgtinginum henda mánaðan, sigur landsstýriskvinnan við VP. Uppskot um at dagføra kringvarpsgjaldið kemur eisini til viðgerðar í næstum.

- So tá vóni eg, at fíggingin hjá Kringvarpinum, sum hevur staðið í stað í nógv ár, kemur uppá pláss.

Sirið Stenberg er ikki so fegin um alternativið, sum Kvf hevur boðið sínum brúkarum, at tey kunnu brúka ymsar tænastur á netinum til at umseta tilfarið sum er tøkt á kvf.fo.

- Kvf hevur stóran týdning í integratiónini av nógvu útlendingunum sum eru komnir til Føroya at búgva, og eisini til tey sum vitja. So eg vóni og vænti, at henda tænastan kemur aftur, tá alt er komið uppá pláss, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Les eisini:

Kringvarpið gevst við enskum tíðindum 
Leggja trýst á Kringvarpið - vilja hava ensku tíðindatænastuna aftur
Kringvarpsstjórin: Hatta ordnar Google

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo