Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Vit síggja jú, hvussu menningin hevur verið av telduskipanum, vitlíki og øðrum slíkum, tað gongur við tí rúkandi ferð og tað er uppá sikt ein betri tænasta. Hatta er ein leið, sum vit fara inn á frameftir.

Soleiðis segði Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri, tá hann í dag í útvarpstíðindunum varð spurdur um orsøkina til, at Kringvarpið hevur gjørt av at strika ensku tíðindatænastuna, til stórt forargilsi fyri útlendingar í Føroyum.

Ivan Hentze Niclasen segði, at Kringvarpið veitir herbúgvandi útlendingum og øðrum sum hava áhuga fyri føroyskum viðurskiftum, men ikki duga føroyskt, eina tænastu við at minna tey á, at tað ber til at brúka tænastur, sum eru tøkar á netinum, til at týða tekst.

Kringvarpsstjórin upplýsti eisini, at kostnaðurin av tænastuni er gott og væl eitt ársverk og at eini 30 brúkarar eru á síðuni um dagin. Enska tíðindatænastan hjá Kvf hevði í miðal eina tíðindagrein um dagin at bjóða sínum brúkarum. 

Les eisini: 

Kringvarpið gevst við enskum tíðindum 
Leggja trýst á Kringvarpið - vilja hava ensku tíðindatænastuna aftur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo